Sera nógv lív var í á Borðoyarvík seinnapartin. Nógvur mási hekk uppi yvir torvum yviri í Bug, sum vit kalla.
Hvat tað var, sum fekk fuglarnar at vaðað so vita vit ikki. Tosað var um, um tað mundi vera brislingur. Men tað hevur áður verið sagt um brisling, at tað er fiskaslag, sum hvørki fuglur ella annar fiskur vil hava nakað við at gera, orsakað av at brislingur er so hvassur undir búkinum. Um tað er so, mugu onnur døma um.
Uttanfyri nesjarnar hevur fiskur og fuglur verið full av nebbasild seinastu tíðina, so møguliga eru tað slíkar torvur, ið nú eru komnar inn á Víkina.




