Oddmar Niclasen, formaður á Bragd, sigur, at teir høvdu sløk 7000 pund ídag. Prísurin er hampuliga góður, vit fingu um 18-20 krónur fyri kilo í miðal ídag. Vit royndu norðanfyri og fongurin var um helvt um helvt toskur og hýsa, kanska størri parturin toskur.
Líðhamar hevði knapt 6000 pund. Í morgun avreiddi Norðsøki 6000 pund. Fyri løtu síðani fóru Líðhamar, Norðsøki og Kallanes til útróðrar. Vit fara ikki avstað aftur í kvøld, sigur Oddmar Niclasen, nú fer at líða so væl til jóla, at sum eg skilji, so verður bert tikið ímóti fiski ein dag afturat




