Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veruligu heilsu vandarnir í Føroyum

Jákup Petersen

Salt er nógv verri enn grind – Er kúgvamjólk mannaføði? – Barnakonur kunnu óttaleyst eta grind – ÚR GREINASAVNINUM: Jákup Petersen, yvirlækni, skrivar í NORÐLÝSINUM nr. 17 hósdagin 19. mai 2011

Salt er nógv verri enn grind – Er kúgvamjólk mannaføði? – Barnakonur kunnu óttaleyst eta grind – ÚR GREINASAVNINUM: Jákup Petersen, yvirlækni, skrivar í NORÐLÝSINUM Nr. 17 hósdagin 19. mai 2011

Salt er nógv verri enn grind

Hyllarnar í handlinum eru tyngdar við havsalti, steinsalti, urtasalti, salt í mati o.s.fr. Men hvussu heilsusamt er hetta?

Vit eta ein 10 gramm av salti dagliga men mynduleikar ráða ikki til at eta meira enn 5 gramm. Tilmælið er sjálvandi ikki uttan orsøk. Salt er eitt tað mast vandafulla vit koyra í munnin og nógv meira vandafullt enn royking og grind.

Tað vísir seg, at henda stóra saltinntøkan elvir til høgt blóðtrýst, øktan vanda fyri hjartatrupulleikum, blóðtøppum og heilabløðingum, og hetta er sera væl dokumenterað.

Av tí at salt nú verður selt undir ymiskum nøvnum og tað er harafturat ikki neyðugt at framleiðarin sigur hvussu nógv salt er í matvøruni, er ofta ilt hjá borgaranum at verja seg.

70-80% av øllum tí salti vit fáa í okkum kemur frá mati sum longu er gjørdur (morgumatur, breyð, kjøt, pálegg, ostur o.s.fr.). 15 % vóru longu í rávøruni og 15% hava vit sjálvi stroytt omaná matin.

Um tað hevðið eydnast okkum at minka um dagligu saltinntøkuna við einans 3 grammum so høvdu 15 føroyingar árliga sloppi undan blóðtøppi í heilanum ella heilabløðingum. Harafturat vildu vit havt 10 færri blóðtøppar í hjartanum. Ella við øðrum orðum høvdu vit bjargað 25 føroyingum árliga undan álvarsligari sjúku ella deyða.

Tak so og sammet hetta við at eta grind, sum enn ikki hevur skatt nakran føroying. Tiltøk á hesum økinum kann betra munandi um fólkaheilsuna. Um tú etur ella ikki etur grind hevur onki árin á fólkaheilsuna!

Er kúgvamjólk mannaføði?

Sokallað mjólk verður hildin at verða eitt tað mest náttúrliga í okkara matskrá. Men tað halda ikki øll.

Serliga hevur verið borið fram at mjølk er góð fyri børn og styrkir beinagrindini. Tað hava verið eitt ótal av ráðum í hesum sambandi har rátt verður til eitt vist tal av vælfylltum gløsum av mjólk dagliga.

Eitt ørgrynni av kanningum um allan heim hava víst fyrimunirnar við at drekka mjólk. Felags fyri hesar kanningarnar er tó, at stórur partur er sponsraðar av mjólkavinnuni.

Grunleggjandi kann sigast, at mjólk inniheldur nógv calcium og at hetta skal verða gott fyri tey sum standa í vøkstri og tey gomlu.

Tað vísir seg tó, at tað ikki bert er calcium sum skal til fyri at gerða og styrkja beinagrindina.Líka so umráðandi er boron, kopar, magnesium, sink, vitamin C og fluor. Men ongi av hesum evnunum eru í kúgvamjólk. Harfturat er rúgvusmikið av fosfor sum forðar fyri upptøka av calcium.

Tað var síðani gjørd ein risakanning umfatandi 78.000 sjúkrasystrar sum vísti, at tær sum drukku meira enn eitt glas av mjólk dagliga høvdu 45% størri vanda fyri at fáa mjadnabrot.

Kanningin varð gjørd í kjalarvørrinum á, at tað var komið fram at amerikanarar sum drekka mest mjólk og mjólkaúrdráttir í heiminum, eisini hava stórsta talið á mjadnabrotum í heiminum. Hetta varð millum annað staðfest í kanningum á Harvard longu í 1986.

Um tú fært calcium úr aðrari vøru sosum soja el. líknandi er ongin tílíkur trupulleiki

Kanningar um allan heim styðja nú hetta. Sum dømi kann nevnast at amerikanarar hava eina inntøka av calcium úr mjólkaúrdráttum og liggur hon umleið 1500 mg dagliga og teir hava sum sagt eina tað veikastu beinagrindina í heiminum. Í Suðurafrika hava tey 200 mg calcium dagliga og hava eina tað sterkastu beinagrindina í heiminum.

Tað sum kann órógva enn meira er, at kúgvamjólk harafturat kann verða orsøk til øktan vanda fyri krabbamein, hjartasjúkur, sukursjúku, fiti og øðrum sjúkum.

Trøðini vaksa ikki inn í himmalin og tað kunnu verða nógvar orsøkir til at verða á varðhaldi og eta og drekka við máta. Mín meting er, at tað er tryggari at eta grind enn at drekka mjólk, men at bæði eru ein partur av okkara matskrá og skulu njótast við skili.

Barnakonur kunnu óttaleyst eta grind

Vit hoyra sjálvdan um hvussu nógv vit óttaleyst kunnu eta av grind. Vit hoyra heldur lítið um hvat sikkurheitsfaktorar – forsiktigheitsprinsipp o.s.fr. er.

Um gingið verður eftir tilmælunum frá FAO/WHO og EPA er vert at hava í huga, at tey hava sett markið langt niðanfyri har møguligur vandi kann verða. EPA setti markið til ein týggjindapart av tí viðri, har ávísir granskarar hildu seg síggja nakað av árini av kyksilvuri. Ein sokallaður sikkurheitsfaktor 10. FAO/WHO hevur sikkurheitsfaktor 6,4.

Hetta vil siga, at brúkar tú tilmælið frá EPA so kanst tú í verunleikanum eta 10 ferðir meira áðrenn tú kemur til tað markið har ávísir granskarar hava mett nakað av árini.

Vit tosa her um eitt sera vælkannað evni sum eitur kyksilvur. Og orsøkin er, at tað hava verið nakrar kyksilvurvanlukkur í heiminum sum hava sett ígongd eina heimsumfatandi kanning.

Av teimum 200.000 ymisku kemikalium sum vit eru í vanda at fáa í okkum eru tað, so vítt eg veit, bert eini 6 – 8 sum eru gjøllað kannaði og millum hesi 6 – 8 er kyksilvur nokk tað sum er best kannað. So her eru vit á tryggari grund. Her vita vit hvussu nógv skal til og her eru vit før fyri, at seta mark.

Men sum sagt, so eru vit annars á herrens mark og hvørt ár koma fleiri hundra nýggj kemikaliir, sum als ikki eru kannaði fyri mannaárin.

Tá tað kemur til kyksilvur er eisini vert at hava í huga, at markið er sett fyri at verja børn í móðurlívi. Vit vaksnu tola nokk eini 20 ferðir so nógv sum barnið í móðurlívi.

Um “forsiktigheitsprinsippið” og harav beinharða kyksilvurmarkið verður hildið kann roknast út hvussu nógva grind barnakonur óttaleyst kunnu eta.

Útrokningarnar kunnu verða eitt sindur torførar, so her er hvussu eg havi gjørt:

Markið hjá EPA OfD = 0,0001 mg MetHg/kg kroppsvekt og dag, svarandi til 0,1 mikrogram MetHg/kg kroppsvekt og dag, ella 0,007 mg MetHg/dag (um tú vigar 70 kg). Um tú so sigur at kyksilvir innihaldið í tvøst er 1.6 mg/kg (tað kunnu vit sikkurt, tí markið er sett fyri MetHg og vit máta altíð samlað Hg), merkir tað at tú kanst eta 4 gram av tvøst um dagin, ella 1,6 kg um árið.

Nýtir tú ístaðin markið hjá FAO-WHO, sum var sett til 0.0016 mg MetHg/kg kroppsvekt í vikuna í 2003, so kanst tú eta (um 70 kg) 70 gram av tvøst um vikuna ella 3,6 kg um árið.

Meta vit, at 70 – 80% av tí kyksilvur sum vit fáa í okkum kemur frá grind so verður markið hjá gravidum kvinnum ávíkavist 1,2 kg og 2,7 kg. Eg geri hetta fyri at taka samlaða kyksilvurinntøkuna. Tað er jú ikki bert í grind at kyksilvur finnst. Kyksilvur er eisini í øðrum mati.

Um vit seta, at ein vanligur grindadøgverði hjá eini gravidari kvinnu hevur 100 gr grind so verður tað til ávikavíst 12 og 27 døgverðar árliga. Tað vil siga, at gravida konan tryggt kann eta millum 12 og 27 grindadøgverðar árliga uttan at óttast nakað árin á barnið í heila tikið. Og so hevur hon eisini fylgt EPA, FAO, WHO íroknað sikkurheitsfaktorunum. Harafturat er so eisini tikin hædd fyri, at kyksilvur kann koma frá aðrari síðu.

Um nú gravida kvinnan hevur hug at fáa sær grindadøgverðar upp til tað markið har ávísir granskarar hava mett nakað av árini á barninum so verða tað 120 døgverðar árliga ella 2 – 3 ferðir um vikuna. Vit vaksnu kunna eta grind dagliga. Og vit kunnu gerða tað tryggt av tí, at hetta er heimsins best kannaði matur.

Hvat vit annars trýsta inn í annlitið er so upp til ein og hvønn at meta um, tí matur annars er lítið kannaður.

Veruligu heilsu vandarnir í Føroyum

Vit vita, at okkara skúlabørn eru millum tey sum roykja mest samanborið við okkara grannalond. Harafturat gerðst tað alt vanligari, at børn drekka brennivin, og vit vita, at hetta hevur álvarligt árin á barnaheilan. Eisini sita okkara børn nógv frammanfyri sjónvarpi og eta meira enn gott er. Tey fitna! Og nú byrja fyrstu álvarsligu skaðarnir av hesum at síggjast.

Ein kanning sum Hjerteforeningen í Danmark hevur gjørt í hesum sambandi hevur ført til eina rapport sum kom út í septembur 2004. Aftanfyri rapportina (Børn og unges livsstil og risiko for hjertesygdom) standa Bjørn Holstein, professari og Pernille Due, lektor, bæði frá Institut for Folkesundhedsvidenskab. Harafturat eru professor dr. med. Lars Bo Andersen frá Norges Idrætshøgskole og Karin Helweg-Larsen, lækni á Statens Institut for Folkesundhed. Tey hava gjøgnumgingið fakligan litteratur um fyribrigdi og viðurskifti sum kunnu ávirka heilsu og trivna hjá børnum og ungum.

Og støðan er ræðandi. 10% av børnunum undir 20 ár hava nú æðraforkálkingar og eru í stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í ungum aldri. Meðalvektin hjá børnunum heldur áfram við at vaksa. Og sjálvt um fleiri átøk hava verið í Danmark fyri at fáa børnini at roykja minni og eta sunnan mat, so eta børnini 40% meira góðgæti og sodavatn enn fyri nøkrum árum síðani. Vit síggja nú alt fleiri børn og ung við sukursjúku ársaka av vánaligu matvanunum og ovurfiti.

Hesi børn kunnu ikki rokna við at fáa sama heilsusama lív sum ættarliðini frammanundan. Longu nú verður tosað um tað mista ættarliðið, har børnini longu hava fingið so mikið álvarsligan skaða og farin so langt inn í ein heilsu skaðiligan livihátt, at tað verður torført at rætta alt uppaftur. Hesi børn verða helst seinri ein stór byrða fyri komandi heilsuverk.

Ráðini í rapportini eru, at skúlin skal koma við meir kunning um mat og motión. Hava fleiri ítróttartímar, banna sodavatn og góðgæti í skúlanum. Tað skal verða banna marknaðinum at reklamera við ósunnari føði til børn og økjast skal um granskingina. Ítróttarfeløg skulu styðjast í teirra royndum at banna royking og selja sunnan mat. Annars sigur danska stjórnin seg verða skelkaða yvir støðuna og ferð at taka hóskandi stig eftir valið.

Hvønn arbeiðshátt eiga vit at brúka

Í 1997 helt WHO ráðstevnu í Jakarta sum endaði í tí greiðu niðurstøðu, at neyðugt varð við nýggjum átøkum móti komandi heilsuvandum. Her varð eisini greitt sagt frá, at eitthvørt átak og tilmæli skuldi hava støði í sosialari ábyrgdarkenslu og samlaðu heilsustøðuni. Harafturat varð stór áherðsla løgd á, at miðspjaða virksemið við atliti til teir ymsu liviháttirnar í ymiskum londum, kommunum, býum, bygdum o.s.fr. Hetta fyri at fáa eitt realistiskt átak, sum hevur røtur í fólkinum og teirra livihátti, samstundis sum víst verður á møguleikum fyri betri livi- og matvanum. Hetta skal eisini gerðast í samráð við serkunnleika, politikarar og leikfólk á staðnum. Á henda hátt fæst ein sunn og støðug heilsu menning grundað á mentan, livihátt og lokalan kunnleika har ræðslu- og hóttanarpolitikkur verður skiftur út við positivum tilmælum og ráðum.

Og hvat gerða í Føroyum. Jú, vit tosa um grind. Eg meini, at tíðin er komin til at seta meira megi inn á hesum økinum. Vit vita, at grind ikki hevur givið nøkrum skaða her á landi. “Vinnan” er so smátt við at doyggja út og um eini 20 ár fer ongin í grind longur. Hinvegin hava vit ein galloperandi trupulleika við heilsuni hjá einum hilum ættarliði. Lat okkum taka høvdið úr sandinum og seta eitt átak inn her.

Vinarliga

Jákup Petersen