Felagið Føroysk Træseglskip gleðist, at Løgtingið hevur hækkað stuðulin á fíggjarlógini fyri 2015 við 250.000 kr. til 850.000 kr., so vit kunnu halda á fram at gera neyðugar ábøtur á skipini.
Felagið Føroysk Træseglskip gleðist, at Løgtingið hevur hækkað stuðulin á fíggjarlógini fyri 2015 við 250.000 kr. til 850.000 kr., so vit kunnu halda á fram at gera neyðugar ábøtur á skipini.
At Løgtingið soleiðis framhaldandi vísir virðing fyri træseglskipunum og tí sjálvbodna arbeiði, ið har verður lagt í, kemur væl við, og styrkir okkum enn meira í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi.
Uttan almennan stuðul ber snøgt sagt ikki til at varðveita tað, ið eftir er av hesum stásiligi skipum og bátum.
Vit í nevndini fyri felagið Føroysk Træseglskip takka hjartaliga fyri stuðulin. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár – og góðan byr í nýggja árinum
Hans Eli Hansen, formaður
Gudmund Jacobsen, næstformaður
Jens Marius Poulsen, nevndarlimur
Emil Simonsen, nevndarlimur
Arnbjørn Egholm, nevndarlimur
Bjarni Heinesen, varanevndarlimir
Jóannes Eidesgaard, varanevndarlimir
Hetta sæst á síðu 24 í “ Álit í løgtingsmáli nr. 10/2014: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2015 07-24.3.06. Søvn landsins Stuðulsj. + 250
Mentanarsøgulig skip, uppraðfesting”




