Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýbrot innan brekøkið

Meginfelagið teirra brekaðu í Føroyum

Í Føroyum hava vit fólk sum bera brek og sum eru nóg illa fyri til, at um tey skulu út til tiltøk, eru tey noydd at hava fylgjara við. Hetta kann geva nógvar eyka útreiðslur, tí at tey skulu gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran.

Í Føroyum hava vit fólk sum bera brek og sum eru nóg illa fyri til, at um tey skulu út til tiltøk, eru tey noydd at hava fylgjara við. Hetta kann geva nógvar eyka útreiðslur, tí at tey skulu gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran.

Í nógvur førum er tað ov kostnaðarmikið hjá hesum fólkum at ferðast ella at luttaka í tiltøkum, har tey bæði skulu gjalda fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran. Nú skipanin við fylgjarakorti verður sett á stovn í Føroyum, vilja fólk sum frammanundan ikki hava ferðast ella luttikið í ymiskum tiltøkum, fáa møguleikan fyri at luttaka við bert at skula gjalda fyri seg sjálvan.

Hósdagin tann 18.desember kl. 14.00, verður avtala viðvíkjandi fylgjaraskipan undirskrivað í Mentamálaráðnum Hoyvíksvegur 72 Fo- 110 Tórshavn.

Tað eru landsstýrisfólkini Annika Olsen, Almannamálaráðið, Bjørn Kalsø, Mentamálaráðið, Jóhan Dahl, Vinnumálaráðið og Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, sum undirskriva avtaluna.

MBF metir hesa avtalu sum eitt nýbrot innan brekøkið, og eru vit fegin um tann góða viljan, sum landsstýrisfólkini hava víst við at gera hesa avtalu.

Fyri limafeløg í MBF hevur avtalan stóran týdning, og kemur avtalan at javnseta fólk, ið bera brek við fólk, sum ikki bera brek.

Øll eru hjartaliga vælkomin