Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt týðandi stig at tryggja skúlaskapin í Klaksvík

John William Joensen

– Í dag taka vit eitt týðandi stig í tilgongdini at tryggja skúlaskapin í Klaksvíkar kommunu í áratíggjur fram. Vit savna skúlaskapin í eina samanhangandi skúlaheild. Vit leggja enn ein stein á skúlaskapsvarðan, nú vit fara undir fyrsta byggistig av samanlagda skúlanum í Klaksvík og hetta byggistigið skal standa liðugt til skúlaársbyrjan 2018.

– Í dag taka vit eitt týðandi stig í tilgongdini at tryggja skúlaskapin í Klaksvíkar kommunu í áratíggjur fram. Vit savna skúlaskapin í eina samanhangandi skúlaheild. Vit leggja enn ein stein á skúlaskapsvarðan, nú vit fara undir fyrsta byggistig av samanlagda skúlanum í Klaksvík og hetta byggistigið skal standa liðugt til skúlaársbyrjan 2018.

Soleiðis byrjaði Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, røðu sína í hátíðarløtuni í skúlagarðinum á Ziskatrøð, tá ið fyrsti spakin varð settur í byggingina av nýggjum skúla í Klaksvík, og sum vit her endurgeva:

Ein tilgongd við jørðildi í fólkinum

Eftir nakrar fundir í byggibólkinum fyrst í árinum, stóð tað greitt at bygnaðurin/-organisatiónin mátti greiðast fyrst. Skuldu vit hava ein ella tveir fólkaskúlar í Klaksvík? Tí varð ein bygnaðarbólkur settur at geva sítt tilmæli til býráðið.

Tá so umráðandi mál skuldi viðgerðast hevði tað alstóran týdning, at málið hevði jørðildi í fólkinum her býr. Fólk í og kring skúlaskapin blivu hvør í sínum lagi, biðin um at geva sítt boð uppá form og innihald fyri framtíðar skúlanum her hjá okkum.

Rúgvusmikið arbeiði lá til grund fyri tilmæli bygnaðarbólksins til Klaksvíkar býráð, at taka støðu til í apríl mánaða. Hetta varð einmælt samtykt.

Einmælt samtykt skipanaruppskot

Síðani tók byggibólkurin upp arbeiði aftur at evna til byggiskrá, sum í stuttum kann sigast at lýsa tey prinsippir og aðalmál sum skúlin skuldi innihalda. Úr rúgvuni kunnu bert nevnast fjøltáttaðir undirvísingarmøguleikar, matarhøll, amfi við palli, inklusión og stimbrandi skúlagarðsumhvørvi.

Eftir summarsteðgin hevur byggibólkurin saman við fólkum í umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu og FuglArk, arbeitt við at forma skúlan og staðsett økini útfrá byggiskránni.

Viðurskiftini, sum hava verið viðgjørd eru bæði mong fjølbroytt:

*Hvussu fáa vit umsett aðalmálini ella prinsippini í byggiskránni til hølir so tey geva meining í einum dagligdeg á einum komandi sera stórum arbeiðsplássi? *Tey ymsu hølini og funktiónirnar mugu standa í relatión til hvørja aðra, so ein samanhangandi heild fæst burturúr – hvussu greiða vit tað best? *Skúlakøkurin í mun til matarhøllina? Lærarafyrireikingin í mun til flokshølini? Bókasavnið í mun til næmingarensli? – hetta fyri bert at nevna nøkur dømi.

Byggibólkurin hevur saman við FuglArk og viðkomandi fakbólkum evna til eitt skipanaruppskot, sum varð lagt fyri nevndir og býráð, nú fyrr í mánaðinum, har tað varð einmælt samtykt av Klaksvíkar býráð.

Megnað at funnið felags loysnir

Eg eri sera fegin um ta fólkaræðisligu tilgongd vit hava verið ígjøgnum hetta árið. Vit hava staðið yvirfyri einum stórmáli og hava megnað at funnið eina felags loysn sum vit øll eru samd um.

Ein stór tøkk skal fara til byggibólkin fyri tykkara nærlagni og virkisfýsni í hesu tilgongd. Limirnir hava ikki spart seg og mátin sum vit hava loyst ymsar knútar og avbjóðingar uppá hava verið ein frægd at verið vitni til.

Eg vil fegin nevna tey sum hava verið í byggibólkinum og tey eru: Karl Birgir Isaksen, Mildrid á Lógv, Nikolina Olsen, Símun Petur Hjelm, Viviann Guðjónsson, Tóra við Keldu, Eyðbjørn Jacobsen, Jógvan Skorheim, Eyðstein Poulsen og so eg sjálvur. Harumframt hava John Færø, trivnaðarstjóri, Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri, og Tonja Ziskason, toymisleiðari fyri børn og ung, eisini luttikið og síðst, men ikki minst, umboð fyri FuglArk, Svend Sivertsen og Høgni Kastalag. Enn einaferð takk fyri væla arbeiði.

Skúlin ómetaligan týdning

Skúlin er hjartað í Klaksvík. Skúlin er hjartað í kommununi. Tað er ígjøgnum skúlan, at vit øll menna okkum sum menniskju. Tað er í fólkaskúlaárunum at tann sokallaða sekundera sosialiseringsfasan tekur yvir frá tí primeru.

Vit fara frá hesum, at kenna mest til foreldur, systkin ommur og abbar og seinni nú eisini námsfrøðingar, til at fáa vinfólk í skúlanum. Vinfólk í flokkinum. Vinfólk sum halda alt lívið.

Skúlin hevur so ómetaliga stóran týdning fyri menningina av okkara sjálvsfatan og samleika. Tað er í skúlanum, at vit læra um føroysku mentanina og onkursvegna fáa hana inn í okkara merg.

Lærararnir, sum undirvísa, hava tí ein sera týðandi leiklut í okkara samfelag, har ein av fornemmastu uppgávum teirra er at stuðla undir barnsins menning og at lata upp fyri tí potentiali, ið vit øll innihalda. Eitt potentiali sum tíbetur er líka so fjølbroytt sum vit eru ymisk.

Vilja gera íløgur í menniskjuni

Okkara lutur sum býráðspolitikarar er at tryggjað karmarnar rundan um skúlans dagligdag. Vit standa tí errin her í dag. Verkætlanin kostar nógv. Hetta er stórsta einstaka verkætlanin nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu.

Men vit gera tað fegin, tí vit vilja gera íløgur í menniskjuni so tey mega standa seg í einum alsamt meira alheimsgjørdum heimi og at tey seinni í vaksnamannalívinum, við sterkari sjálvsfatan og samleika, gróðursett í teirru føroysku mentanini, kunnu gerast rættvísir og virkisfúsir borgarar okkara samfelagi til gagns.

Takk fyri !