Síðstu vikurnar hevur trúboðarin hjá Føroysku Sjómansmissiónini, Torleif Johannesen, borið gott 1200 jólapakkar út til sjófólk okkara. Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið.

Saman við pakkunum er ein dvdfløga við ymiskum kristnum sangum, sum Sjómansmissiónin hevur latið gera. Bíbliulesiætlaninna 2014/15, sum Bíbliufelagið hevur gjørt, verður eisini borðin umborð á skipini saman við pakkunum. Lesiætlanin er ein gáva frá Føroysku Sjómanskirkjuni.
Nú allir pakkarnir eru farnir umborð sær yvirlitið soleiðis út:
1202 pakkar eru latnir umborð á 103 skip. 2 eru útlendsk við fleiri føroyingum umborð.
Skipabólkarnir eru hesir:
68 fiskiskip, 20 skip í frálandavinnu, 13 handilsskip og 2 vaktarskip
Ein hjartans skal ljóða til øll tykkum sum hava latið pakkar til sjófólkið. Somuleiðis verður takka Føroysku Sjómanskirkjuna fyri lesiætlaninnar.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir sjófólkinum, reiðaríðunum, sjómanskvinnuringunum og øllum fólkið okkara eini góð og gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Hjartans tøkk fyri tað brátt farna árið.