Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politisk sjálvrannsakan ella glantrileikur

LEIDARIN

Áhugavert at fylgja løgtingsins viðgerð av fíggjarlógini fyri 2015, nú jólini stunda til. Ikki sørt, at løgtingslimir stundum gjørdist rørdir, eymir um hjartað, blankir í eygunum og tjúkkir á málinum, tá ávís “lokal” mál í Havn vóru á skránni. Onkuntíð var líkt til, at teir høvdu gloymt alt um, at vit fingu eitt valdømi fyri sjey árum síðani, og at teir tí hava skyldu til at umboða øll økir í landinum.

 

Tað kundi eins væl verið spurningin um eitt ella fleiri valdømir, tingið viðgjørdi hesar dagarnar. “Mítt øki” ella “Í okkara øki” var ofta havt á munni. Tá tóktist kenslurnar í serligan mun nema hjartastreingirnar hjá teimum, ið á sinni vildu hava eitt valdømi.

 

Sjálvt floksformenn stóðu við táravættum eygum og skelvandi rødd og vístu á órættvísi, ið nú varð gjørt millum ymisku økini í landinum. Onkur tosaði um svørt hol á Føroyakortinum, har landspolitikarar als onki høvdu gjørt í mun til aðrastaðni. Nú var neyðugt við einari “landsætlan”, soleiðis at vit ikki løgdu ella gloymdu ávís økir burturúr, men útbyggja heildina, øll økini í landinum. Tað er ein rættur, ið allir føroyingar hava uppiborið.

 

Onkur meinti, at økir, ið enn hava arbeiðsloysi, meðan onnur hava stóran vøkstur, áttu at fingið eitt sindur av stuðuli á fíggjarlógini, eina ávísa játtan. Tað hevði verið rættvísari, helt hann. Annar helt at tað mátti aldri blíva soleiðis at heilsutænasta ella psykiatri – tænasta avhongur av einum persóni. Hann vissaði um, at fleiri læknar og psykiatarar eru tøkir, so vandi er ikki fyri at alt skramblar saman orsakað av einum persóni.

 

Onkrir limir sýntist lítið leggja í, hvat floksformenn teirra boðaðu frá. Teir vóru als ikki í iva um, at neyðugt var framvegis við útbyggingum í høvuðsstaðnum. Nú eigur Havnin tørn, var tikið upp í saman. Bæði viðvíkjandi sjúkrahúsi, psykiatriini, havnaútbygging, vardum íbúðum, lestraríbúðum, skansaíbúðum, golfvølli o.ø. Samgongan varð skuldsett fyri skerjingar í Havn. Fyri tað at ein marknagilsdepil verður bygdur í Havn, skal tað ikki vera so, at onki annað skal byggjast. Havnin verður púrasta slept upp á fjall, ljóðaðu ábreiðslurnar. Sjálvur løgmaður var ákærdur fyri at arbeiða ímóti stóru havnaútbyggingini í Havn.

 

Neyvan bøtti viðgerðin um trúvirðið landspolitikarana. Tað, sum fólkið kanska skuldi uppfata sum eina politiska sjálvrannsakan, var av egnari tingmanning so dyggiliga avdúkað og nektað. Viðvíkjandi valdømum og útbygging av landinum er ætlanin júst hin sama, sjálvt um okkurt annað verður sagt. Enn einaferð vóru føroyingar úti um landið vitni til ein politiskum glantrileiki.

 

LES EISINI:

Løgtingsformaður og løgmaður fingu løn fyri at broyta valdømisskipan

Tá fyrrverandi løgtingsformaðurin Edmund Joensen og løgmaður Jóannes Eidesgaard stutt undan løgtingsval varð útskrivað – við 17 atkvøðum í løgtinginum broyttu skipanina við sjey valdømum til at landið bleiv eitt valdømi er sjón fyri søgn 

Visjónin um “Føroyar sum eitt valdømi” spælt fullkomiliga fallit

Við slagorðum sum; “Tingið skal føra landspolitikk” og “fleiri kvinnur á ting” og “Frælsið til veljaran at velja valevni, líkamikið hvar tey eru uppstillað” var aldar gamla valdømis skipanin við minst hugsandi meiriluta í løgtinginum 

Broytingin til eitt valdømi gagnaði ikki kvinnu umboðanini

Tað bleiv sagt at verða ein sigur fyri kvinnu umboðanina í løgtinginum at Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi og staðfest var at fleiri kvinnur tóku sæti á løgtingið eftir valið í 2008. Men grein 

100 færri mannfólk stillað upp til løgtingið síðan vit fingu tað eina valdømi

Tað er greitt at valdømis skipanin onga ávirkan hevur havt á talið á kvinnum sum luttaka í politikki. Talið á kvinniligum valevnum er nevniliga á sama støði sum tað var í 1998Ein av høvðusorsøkunum fyri 

FYRRVERANDI LØGMAÐUR: Tað eina valdømi syndrar flokksskipanina og miðsavnar uppstillingina

Rættiliga greitt er, at sum tíðin gongur hvørvur annað høvuðsatlitið við tinghumboðanini, nevniliga trygdin fyri breiðari landsumfatandi umboðan. Samstundis fara valdømisfeløgini at hvørva og flokksorganisatiónirnar gerast veikari. Helst verður eisini torførari at stýra flokkunum, og 

Teir kluvu samfelagið við valdøminum

Tað er ótrúligt sum politikarar flyta fokus fyri tíðina. Fyri at vit veljarar uttanfyri Havnina skulu gloym fadesuna um Føroyar sum eitt valdømi, ið minnilutin á tingi, saman við onkrum einstøkum úr meirilutanum gjørdi á 

Jógvan við Keldu: Tá eina valdømið legði politikarar úti um landið at sova.

Framtíðar politikarar, sum vit síggja longu, fara at verða sera varnir at mótmæla skeivu gongdini av eini størri miðsavnan At økini úti um landið liva og yvirliva er primervinnuni fyri at 

Politisk sjálvrannsakan ella glantrileikur

Áhugavert at fylgja løgtingsins viðgerð av fíggjarlógini fyri 2015, nú jólini stunda til. Ikki sørt, at løgtingslimir stundum gjørdist rørdir, eymir um hjartað, blankir í eygunum og tjúkkir á málinum, tá ávís “lokal” mál í 

Lisbeth grætur krokudillutár um lokalu valfeløgini

Í dag stendur fyrrverandi flokksformaður í Sambandsflokkinum spyrjandi um hví fá fólk møttu til fundar hjá Sambandsfelaginum í Eysturoynni har hon sjálv var høvuðstalari. Í samrøðu við Miðlahúsið rør hon fram undir at hetta er 

Blóðskeiva valskipanin

Møguliga var tað eitt sindur positivt at hoyra fyrrverandi løgmannin, viðganga fyri opnum skermi, at tað hann var við til á sinni í síni roynd at vera afturvaldur, nevniliga at gera allar Føroyar til eitt 


Bygnaðarbroytingarnar skaðiligar uttanfyri høvuðsstaðin

Seinastu 30 árini hava bygnaðarbroytingar elvt til sentralismu íavgerðarrætti, sum byrjaðu hóvliga men síðani tóku dik á seg. Økini uttanfyri høvuðsstaðin verða lutfalsliga støðugt drigin eftir hæli.Ein orsøk er, at almenni parturin 


Almannaverk ella ekviperingsstova

Broytingin til eitt valdømi hevur sett síni ræðandi spor í samfelagið. Hetta hevur so líðandi verið gjørt við almennum risajáttanum til miðstaðarøkið, har duldar ætlanir eftirhondini eru avdúkaðar við universitetsbygging, granskaralund, skúlabyggingum, sjúkrahúsbyggingum, superhavn til 

Stjórnmálafrøðingur: Politisku flokkarnir mugu styrkjast og valskipanin endurskoðast

Tað manglandi stevið innanflokka, sum løgtingslimir nevna, er eftir mínum tykki ikki bert eitt stríð millum einstakar persónar, sum vilja vinna seg fram í politisku skipani, men í størri mun úrslitið av eini politiskari skipan, 

Hvar er trygdin nú lokalpolitikkur í Havn er landspolitikkur?

Nógv hevur verið tosað og skrivað um føroyska sjúkrahúsverkið, ikki minst nú upp undir val. Í gjár var fyrrverandi landsstýrismaður í heilsu málum grivin fram í KVF og gav fólki tað fatan at vit fáa 

Politiskt afturhvarv

Allur oktober var ófriðarligur í Hong Kong. Ógvisligar mótmælisgongur í býnum lógu í støðugum bardaga við løgregluna, sum fór sera harðliga fram. Seinni fekk løgreglan boð frá kommunistisku leiðsluni í Beijing um at taka atlit 

Lokalt golf og – guff í Havn

Lokalt golf og – guff í Havn Borgarstjórin í Havn er ikki hvør sum helst. Hann er borgarstjóri í høvuðsstaðnum, næstformaður í føroyska javnaðarflokkinum og formaður í kommunufelagnum. Ein máttmikil persónur í lítlum 


Jenis av Rana og fleiri tingfólk mæla til aðalorðaskifti um valskipanina

Løgmaður var jaligur og staðfesti at tað var sera aktuelt at koma við eini eftirmeting av valskipanini og við skipan av valdømum og baði Bjørt Samuelsen og Bjarni Djurholm mæltu til eina eftirmeting.Sirið Steenberg, Hendrik 

Déjá-vu

Jú, vit halda okkum so avgjørt hava sæð tað áður. Hugin hjá ávísum flokki at koma við lønandi uppskotum. Nú fyri at endurvinna álit veljarans. “Vanligi føroyingurin” tykist nú aftur hava uppiborið størri rættindi í 

 

 

 

 

Harleywoodpaint