Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Styttist millum finalistarnar

John William Joensen

Okkara finalistur í Norðoyggjum, Ragnhild Ellingsgaard, liggur saman við familju síni á odda í stóru jólakappingini hjá Smyril Line, men tó er einki avgjørt enn. Í løtuni sær út til, at kappingin verður sera hørð og tí er umráðandi, at øll gera sína ávirkan galdandi.

Til ber at atkvøða eina ferð um dagin. So vit klára at atkvøða eina ferð afturat, áðrenn vinnarin við teim flestu atkvøðunum verður funnin í morgin, mánadagin 22. desembur, klokkan 12.00.
Nú tykist sum um, at stóra slagið fer at verða millum okkara finalist og finalistin úr Suðuroynni. Suðurrás hevði í gjár eina stutta grein um finalistin úr Suðuroynni á heimasíðu teirra og eftir hetta kom rættiliga ferð á atkvøðurnar hjá henni. Tí kunnu Ragnhild og familjan als ikki kenna seg trygg í støðuni, hóast tey í løtuni eiga flestu atkvøðurnar.

Tit kunnu øll atkvøða fyri Ragnhild og familjuni við at fara inn á hesa leinkjuna:

Um tú hevur iPad ella iPhone: http://smleuroblog.pgtb.me/941Zxg
Um tú hevur teldu: https://www.facebook.com/smyrilline/app_1511572115794729