Jólaheilsan frá borgarstjóranumNú stundar av álvara til jóla. Myrka tíðin eru yvir okkum, og veturin kann stundum tykjast hóttandi og krevjandi. Men her miðskeiðis á vetrarleiðini hava vit jólahøgtíðina og nýggjárshaldið, sum glógva og glampa, nú vit fara um stytsta dag.
Jólini leggja upp til, at vit brúka tíð saman við okkara kæru. Frídagar kennast hugaligir at fáa júst nú, og vit fáa nógv høvi at savnast í hugnaligum umstøðum – bæði heima og á vitjan hjá familju ella kenningum.
Rithøvundin Roy L. Smith segði, at tann, sum ikki hevur jólini í hjartanum, finnur tey ikki undir trænum. Og skilagóð tykjast tey orðini. Jólini tala til tað góða í okkum. Víst kunnu vit gleða hvønn annan við gávum, mati og upplivingum, men tann hjartaliga samveran, umhugsni og hjálpsemi hava nógv meiri at siga.
Tað eru eisini tey, ið hava tað trupult júst hesa ársins tíð. Kenslurnar eru nógvar í jólahaldinum, og jólamánaðin krevur eisini eina vissa fíggjarorku. Sum einstaklingar kunnu vit gera okkara til at hugsa um fólk rundan um okkum, ið hava tað tungt, og sum samfelag eiga vit eisini at verða við til at hjálpa og lætta um. Vit hava eisini einstaklingar og felagsskapir, sum gera eitt stórt arbeiði millum fólk hesa tíðina, og tøkk fái tey fyri tað!
Eg vil ynskja borgarum í Klaksvíkar kommunu og øllum føroyingum annars eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Lat okkum hava jólini í hjartanum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu |