Góðu tit øll!
Nú jólini av álvara nærkast, er kvøldið komið, tá ið vit skulu kjósa og heiðra Árins Rósu.
Hesin heiður verður latin onkrum, sum ger eitt gott og týðandi arbeiði til gleði fyri fólk og lokalsamfelag okkara – ein eldsál, sum tað eisini verður nevnt.
Tey eru mong, sum luttaka í sjálvbodnum arbeiði í okkara kommunu.
Leiðarar, hjálparfólk, nevndarlimir, venjarar, fyriskiparar og onnur í ítróttarfeløgum og frítíðarlívi og felagsskapum spæla ein sera stóran leiklut í samfelagnum.
Hesi eru tey, sum taka takið, lyfta og bera frítíðarvirksemið, og hóast arbeiðið mangan kann verða strævið – og rósurnar fáar – eru tey áhaldandi í sínum virksemi.
Eg skal ikki gera nakra roynd at gera hetta upp í einum fíggjarligum virði, hóast tað er sera stórt, men eg vil gjarna undirstrika tann stóra týdning, ið sjálvbodna arbeiðið hevur fyri okkum øll, og eg vil takka øllum, sum á ein ella annan hátt gera slíkt sjálvboðið arbeiði her í kommununi.
Tit eru sannur fongur fyri okkara lokalsamfelag, tí uttan tykkum so var einki livandi og blómandi frítíðarlív. Ja, lívið hevði snøgt sagt verið fátækari uttan tykkum.
Tit eru stuðlar undir trivnaðinum her í økinum, tí tit ríka um tilboðini og møguleikarnar her í økinum, og tit geva eisini eitt týðandi ískoyti til menningina av okkara uppvaksandi ættarliði.
Hóast tit kanska ikki merkja tað í dagligdegnum, so eru vit mong, ið seta stóran prís upp á tykkara trúfasta avrik í tí stilla dagligdegnum.
– – –
Júst hetta fara vit eisini at gera hesa løtuna, tí í kvøld fara vit at heiðra einum persóni, sum í nógv ár hevur verið sera virkin innan frítíðarvirksemi í býnum.
Persónurin hevur verið trúfastur og treiskur í arbeiðnum, og tey eru mong, ið hava havt stóra gleði av tí. Eisini vit, sum hava verið á síðulinjuni og fylgt við felagnum og virksemi teirra.
Sum hjá so mongum øðrum leiðarum innan ítrótt byrjaði tað við, at hann var virkin í leiki í mong ár, har hann eisini taldist millum teir dugnaligu innan sína ítrótt.
Tá ið tann virkna tíðin sum ítróttamaður var av, helt hann fram sum ein av grundsúlunum undir einum av flaggskipunum innan ítróttina í Norðoyggjum.
Hetta er eitt felag, sum vit eru errin av, og sum hevur givið okkum nógvar góðar løtur – bæði við sigrum og gleði, men eisini við at hava umfatandi barna- og ungdómsvirksemi.
Eitt virksemi, sum hevur givið børnum og ungum møguleikan at vera virkin, mennast og búnast í einum góðum og sunnum umhvørvi, har kapping og felagsskapur hvørt um annað hava spælt ein leiklut.
Hetta er ein persónur, sum er sjónligur og markantur, har hann er. Hann tekur ábyrgd, og hann stendur við ábyrgdina.
Hann kann siga tingini, sum tey eru – eisini við stórum stavum – men altíð við tí góða málinum í huga og fyri eyga.
Felagsskapurin stendur fremst í huga hansara, og hann hevur í langt tíðarskeið og uttan íhald virkað fyri sínum felag í øllum hugsandi leiklutum.
Hann hevur eisini havt góð fólk uttan um seg og aftur at sær. – Ein av hansara dyggastu stuðlum og bakkum var yngri beiggi hansara, sum tíverri ikki er millum okkara longur.
Tann vísi Sálomo skrivar, at “betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur”, tí “um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum”. Hetta var sterka bandið og samstarvið teirra millum eitt sera gott dømi um – og er eisini okkum ein góð fyrimynd, sum vit minnast við virðing og tøkk.
– – –
Maðurin, sum nú um eitt lítið bil fer at fáa Ársins Rósu 2014 handaða, hevur ikki bara tikið avgerðir og stílað fyri – nei, hann hevur sanniliga eisini luttikið á gólvinum og í vanliga virkseminum í felagnum – av sonnum ein eldsál!
Samstundis sum tú mást undrast á, hvussu óvanliga áhaldandi og íðin hann hevur verið, so mást tú eisini fegnast um, at vit hava fólk av hesum slagi í okkara ítróttarlívi.
Nú hava fleiri kanska gitt tað …
Ársins rósa 2014 er Kristoffur Ragnarsson!




