Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 fingið styrk

Jákup Ósá

Besta liðið hjá B68 hevur styrkt seg.

1.deildarlið hjá B68 hevur fingið styrk til komandi kappingarár frá Víkingi og NSÍ.

Tað er B68 heimasíðan sum boðar frá, at felagið hevur fingið styrk til komandi kappingarár. Talan er um 25 ára gamla Martin Olsen, sum seinasta kappingarár sum oftast spældi við 1.deild hjá Víkingi, men sum tvær ferðir var við á besta liðnum. Tilsamans hevur Martin leikt 33 dystir í bestu deildini og hann hevur umboðað GÍ, Víking, Skála og AB.

Hin leikarin er Leivur Højgaard, sum kemur úr NSÍ. Leivur er 18 ára gamal og spældi somuleiðis 2 dystir í Effodeildini í ár. Leivur spældi fyri tað mesta við 1.deild hjá NSÍ í ár.

Av øðrum leikarum sum væntandi vera í hópinum hjá B68 er Ragnar Lindholm, Niclas Poulsen, Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Bjarki Johannesen, Kristian Anton Andreasen, Otto Reinert Petersen, Búi í Hjøllum, Óli Olsen, Esmar Clementsen og Andrias á Líknagøtu.

Eisini væntar B68, at Niclas Joensen og Jann Ingi Petersen fara at spæla við liðnum í pørtum av árinum, tá hesir eru heima. Ógreitt er, hvar Hákun Edmundsson spælir næsta ár. Venjari hjá B68 í 2015 verður Súni Fríði Barbá.