Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls – í fjør varð tað Hanus G -hvør fær hana í ár?

Oliver Joensen

Tað er stóri spurningurin nú niðurteljingin omanfyri vísir 2 dagar, 6 tímar, 15 minuttir og 6 sekund.

Í Klaksvík verður stóra brakið á “Posthúshjørninum” nýggjársafta, tá fyrst tignarliga heiðurslønin hjá Klaksvíkar Býráð: Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls” verður latin, og síðani árið verður skotið inn.

Norðoya Kunningarstova hevur staði fyri fyrireikingunum, og Birna Joensen frá Norðoya Kunningarstovu sigur, at fyrireikingarnar hava gingið væl, fólk hava verið positiv og, sigur Birna Joensen – Her er skráin fyri løtuna á “Posthúshjørninum:

Her er skráin:

Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein

Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls

Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen

Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn

Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.

Meira um tiltakið her á nordlysid.fo í morgin.