Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður heilsar føroysku tjóðini

John William Joensen

Í annaðkvøld, gamlaárskvøld kl. 19 verður nýggjársrøða løgmans send í Kringvarpinum. Røðan varð sjónbandað í gjár og hon tekur m.a. útgangsstøðið í viljanum sum føroyska landsliðið vísti tá teir tóku øll á bóli við at sigra á Grikkalandi, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen.

Í annaðkvøld, gamlaárskvøld kl. 19 verður nýggjársrøða løgmans send í Kringvarpinum. Røðan varð sjónbandað í gjár og hon tekur m.a. útgangsstøðið í viljanum sum føroyska landsliðið vísti tá teir tóku øll á bóli við at sigra á Grikkalandi, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen.

Vit eiga ongantíð at missa trúnna uppá egnan mátt, hóast vit eru smá, og tí havi eg lagt dent á í mínum nýggjársheilsanum, at vísa á dømi og persónar sum hava verið framsíggin og sum á ein ella annan hátt hava sett okkum fyridømi.

Eisini nemi eg sjálvsagt við jaligu samfelags- og búskapargongdina og havi fingurin á lofti har eg haldi at vit kunnu gera tað betur.

Meðan eg havi sitið sum løgmaður havi eg lagt stóran dent á at vit føroyingar hugsað meira altjóða og hetta fyri meg sera týðandi evni er sjálvsagt eisini við í røðuni.

Her haldi eg at tíðin er búgvin til at vit sum tjóð taka størri ábyrgd og hetta er nakað sum neyðugt er at vit fáa undirtøku fyri, tí vit liva í einum altjóða samfelag har vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri ræðuleikum sum verða framdir kring um í heiminum.

– Samkomur, kirkjur og aðrir felagsskapir kring landið gera eitt stórt arbeiði fyri neyðstødd í ymiskum londum og hetta hevur sanniliga eisini stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Á jólum eiga vit serliga at hugsað um onnur sum ikki hava tað gott tí hetta er grundvøllurin í kristnu virðinum sum vit byggja á, sigur Løgmaður um røðuna hann heldur í sjónvarpinum til tjóðina í annaðkvøld kl. 19.