Ísamband við stóra brakið á Posthúshjørninum, hevur Maverick Barr jattað saman við Føroya Bjór, at vera við í tiltakinum,
Ísamband við stóra brakið á Posthúshjørninum, hevur Maverick Barr jattað saman við Føroya Bjór, at vera við í tiltakinum, har vit fara at selja øl, cider og sodavatn.
Selt verður frá kl. 22.30 og til kl. 00.30 og verður tað Jóanes Sivertsen, sum ferð at standa fyri søluni.
Selt verður úr einum av smáttinum í jólabýnum, fyri at gera tað so hugnaligt sum møguligt.
Selt verður bara í plastikkbikør og vónandi fara øll, sum luttaka í tiltakinum, at koyra bikørini í skrellispannirnar,
sum Klaksvíkar Kommuna hevur sett upp á økinum.
Í hesum sambandinum vil Maverick Barr ynskja øllum eina góða veitslu og ynskja øllum, eitt gott nýggjár og takka fyri
árið í fór.
Skráin er hendan:
Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spæla og syngja.
Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.
Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen spæla og syngja.
Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn.
Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.
SáH




