Av politisentralinum í Havn verður sagt at tað hevur verið ein stak friðarlig nátt í mun til undanfarin ár – tó so hevur okkurt verið. Ein smágenta fekk skaða av fýrverki í Suðuroy
Av politisentralinum í Havn verður sagt at tað hevur verið ein stak friðarlig nátt í mun til undanfarin ár – tó so hevur okkurt verið. Ein smágenta fekk skaða av fýrverki í Suðuroy
Ein sjúkrabilur var boðsendir í Suðuroy tí ein genta hevði fingið skaða av fýrverki.
Eini fýra, fimm mál um húsaófrið kring landið. Ein postkassi og rútar vóru sprongdir av fýrverki.
Eisini var politiið útkallað til onkur bál og í morgun var eitt ferðsluóhapp í Havn har ein stolin bilur rendi inn í parkeraðan bil. Skaðin var stórur, men enn er bilførarin ikki funnin.




