Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristin Restorff Mouritsen til AB

Jákup Ósá

FC Argir og Kristin Restorff Mouritsen hava í dag undirskrivað sáttmála fyri kappingarárið 2015, og sostatt verður Kristin við í EFFO-hópinum hjá AB í ár.
Kristin hevur øll síni fótbóltsár verið HBari, men nú hevur hann tikið avgerð um at royna seg á Argjum.
Thomas Juul Thomsen frá FC Argjum er sera fegin um, at hava fingið ein so góðan spælara sum Kristin við á liðið, og vónirnar eru góðar fyri kappingarárið, sum stendur fyri framman, skrivar facebook síðan hjá AB.
Á myndini ynskja Thomas Juul og Kristin Restorff hvønn annan gott nýggjár og á smílum teirra sæst, at báðir eru spentir uppá komandi samstarvið, skrivar AB.



Kristinn skoraði seinasta kappingarár 7 mál og legði upp til 6 mál fyri besta liðið hjá HB. AB hevur frammanundan gjørt sáttmálar við Álv F. Christiansen og Rógva Poulsen, so liðið er nú væl mannað á kantunum.