Sigur Andrias Sundskarð um tá sundamenn fóru niðan undir Lokkan til týska flúgvaran, ið hevði rent inn í fjallið har undir krígnum.
Sigur Andrias Sundskarð um tá sundamenn fóru niðan undir Lokkan til týska flúgvaran, ið hevði rent inn í fjallið har undir krígnum.
90 ára gamli Andrias Sundskarð, (Dia), sum hann verður róptur, var føddur í Hvannasundi, men traðkaði stóran part av barnaárum sínum barnaskógvar sínar úti í Svínoy og hevur at kalla alt sítt vaksnamannalív búleikast á Vágsheygnum í Klaksvík.
Dia giftist Dávinu Frederiksen av Hædd í Klaksvík í 1947. Tey fingu fýra børn. Jákup Pauli, sáli (48), Jógvan (50), Fríðgerð (52) og Pól (57).
Dia er ídag einkjumaður. Dávina doyði 22. Januar 2011. Hóast tað er dyggur smeitur at missa, so er Dia ikki fallin í fátt, men vitjar dúgliga út í kirkjugarðin úti í Grøv, har hann heldur eina stilla bøn við grøvina hjá Dávinu. Síðani vitjar hann grøvina hjá elsta soni sínum, sum doyði av krabbameini, og sum liggur grivin í sama kirkjugarði sum mamman.
Vit báðir Dia hava nú í nakrar dagar sitið saman og práta, við hvørt uppi í hugnaligu stovu hansara og við hvørt í kjallaranum, har hann dagliga situr og rippar húkar uppí. Heimið hjá Dia hevur altíð verið snøgt og avpussað, tað hevur verið hugnaligt uppi í stovuni, men í sera hugnaliga kjallaranum hava vit báðir sitið fyri tað mesta.
Vit báðir hava bert prátað soleiðis hissini, hetta sum er skrivað, er ikki nøkur fulfíggjað ævisøga hjá Andriasi Sundskarð, men heldur skal hetta takast sum leyst og fast prát ímillum kenningar, sum hava búleikast á Vágsheygnum .
—
Vit vóru 11 systkin. Pápi Mín, Pól Jóhannesen var ættaður úr húsunum har Heima á Toftum (Norðtoftum) og vaks upp í Birtustovu í Sundi. Hann og mamma giftust í 1918. Mamma var Johanne Claudina Poulsen úr Svínoy.
Eg eri í veruleikanum uppvaksin í Svínoy, tí omma, sum var úr Svínoy, vildi hava meg út hagar. Vit vóru sjey tøtt systkin tá. Hetta hevur kanska verið fyri at hjálpt um hjá mammu. Nú var eg uppkallaður eftir abba í Svínoy, tí bleiv tað meg, hon vildi hava til Svínoyar.
Nógv børn vóru í Svínoy tá, so tað var ein góð tí. Minnist eitt nú, at Jógvan í Heimistovu og eg plagdu ”at halda fyri”, sum tað kallaðist, hjá Poul Johannesi bátasmiði, tá hann smíðaði bátar. Ein annar av vinmonnunum har var Líggjas á Váli.
Men eg bleiv ikki búgvandi úti í Svínoy, tí abbi doyr tá eg eri sjey ára gamalur, og tá flyta omma mín og ein mammubeiggi, Jústinus, inn í Sund at búgva hjá mammu.
Í Hvannasundi
Gott var at búgva í Hvannasundi. Eg fekk um endan á fyribrigdinum, sum Hans Pauli Johannesen hevur greitt frá, um at rógva um Sundið í skúla. Í 31 fór eg í skúlan í Norðdepli, tá var tað Lias í Britustovu, ættaður úr Uppsølum, sum fergaði børnini yvir um í skúla.
Mær dámdi væl í skúlanum. Anna Djurhuus, kona Janus Djurhuus, undirvísti okkum, og mær dámdi hana væl. Hon hevði okkum fyrstu tíðina, tá vóru tað vandrilærararnir, ið hildu skúla í Norðdepli. Eg minnist, at hon róði til og frá skúlanum hvønn dag. Niclái Poulsen var eisini lærari, men seinasta árið fingu vit fastan lærara, tað var Lena í Buð, hon var ættað úr Sørvági og giftist Nielsi í Buð. Tá var ikki neyðugt at rógva um sundið, tí tá var skúli komin í Hvannasundi. Skúlin í Hvannasundi kemur í 32.
15 fólk í húsi
At vera barn í Hvannasundi, var gott. Gina ( Regina Sóloy), sum var arbeiðisgenta hjá okkum, segði altíð, at eg var eitt sindur kúllaligur. Skemtiliga plagdi hon at siga: ”Komst tú inn, og eg ikki gav tær ein bita at eta beinanvegin, so gavst tú mær eitt gypp í afturpartin”. Vit ókust, sum vera man, nógv í fjøruni. Okkum dámdi at pilka øður og leggja tær á ringarnar, tá vit vóru svangir. Men eg minnist onki til, at vit høvdu øður til døgurða ella nátturða, minnist bara, at vit pilkaðu sjálvir og løgdu á ringarnar. Eisini minnist eg, at eitt slag av tara smakkaði serliga væl. Men í 30-unum vóru ringar tíðir, og tað galt um at spara. Vit vóru jú upp í 15 fólk í húsi, harafturat kúgv og hønur í kjallaranum og so dunnur eisini, so har skuldi nógv til. Pálegg og slíkt skuldi dríggjast, men eg minnist ikki, at vit fóru svong til songar kortini.
Seiðaróður
Vit dyrgdu ofta og ótu nógvan fisk. Eg plagdi at dyrgja saman við Absalon í Buð. Hann plagdi at biða meg at rógva. Gamlir menn bóðu ofta smádreingir koma við sær á sundið at dyrgja. Absalon var granni hjá okkum, so tað bleiv sjálvandi ofta meg, hann bað rógva fyri seg. Vit dyrgdu tá, sum vanligt var, við einari tráu og einari beitu, tað var tað. Onkustaðni dyrgdi hvør maður við tveimum tráum, men tað minnist eg onki til, at vit brúktu. Man skuldi kanska trúð, at tað var tungt at rógva seiðaróður hjá einum smádreingi, men tað var tað ikki, tí vit lógu so passaliga út ímóti streyminum í sundinum, so tað var lagaligt at halda bátin til, har seiðurin var, beint innanfyri harða streymin í sundinum. Tá vit dyrgdu, so fekk eg part, og tað var sjálvandi inntøka hjá húsarhaldinum hjá okkum.
Sum sagt, so ótu vit nógvan fisk, men eisini grind og spik, bæði feska, tá tað bar til, men fyri tað mesta saltaða. Eg minnist at pápi plagdi at turrsalta spik, og tá tað var íligið, pakkaði hann tað inn í pappír og hongdi tað afturat kaminuni uppi á hanabjálkaloftinum, tá bleiv spikið klárari og átiligari.
Til Klaksvíkar at ganga til
Í 38 er skúlatíðin hjá mær av, og eg verði konfirmeraður í Klaksvík . Tað var nevniliga so, at ongin kirkja var í Hvannasundi tá. Hon kom ikki fyrr enn seinni. Harafturat var ongin prestur á Viðareiði, so vit í Norðdepli, Hvannasundi og av Viðareiði, sum skuldu ganga til, fóru til Klaksvíkar at ganga til prest í 14 dagar. Teir 14 dagarnar búði eg hjá Jógvan Linklett. Frá konfirmatiónini minnist eg, at eg helt yngsta konfirmantin, Dávinu vera ógvuliga fitta. Men tað bleiv onki ímillum okkum tá, minnist bara, at eg legði merki til hana tá, at hon seinni skuldi blíva kona mín, tað hugsaði eg als ikki um tá.
Eg var sum sagt hjá Jógvani allar hesar 14 dagarnar, sum vit gingu til. Tað var jú onki við at ferðast aftur og fram. Postbáturin sigldi bert tríggjar ferðir um vikuna. Mánamorgun klokkan seks fór Immanuel av Klaksvík og suðurum, fyrst til Árnafjarðar, síðani Svínoy, Hattarvík og Kirkju og so inn á Sund. Tað var ein túrur, sum mundi taka einar tríggjar, fýra tímar. Hinar dagarnar, mikudag og fríggjadag, fór Immanuel av Klaksvík kl. sjey á morgni og sigldi fyrst til Haraldssundar, síðani á Múla og Viðareiði og so inn í Sund. Tann túrurin mundi taka einar tveir tímar og ofta gott og væl tað. Immanuel sigldi sjálvandi bert ein túr um dagin, so hjá mær og hinum konfirmantunum bar ikki til at fara heim hesar 14 dagarnar, heldur ikki í vikuskiftinum.
Gubbarnir máttu renna
Nú, vit tosa um kirkjuna, so var ongin kirkja í Hvannasundi, sum eg havi nevnt her frammanundan.
Sunnudagar fóru vit tí við hvørt til Viðareiðis í kirkju, men annars plagdi mamma at lesa lestur heima onkuntíð, ímeðan Júst Justesen plagdi at lesa lestur í skúlanum í Norðdepli.
Kanska kann eg til stuttleika nevna, at tá barn úr Hvannasundi skuldi til dópin á Viðareiði, so skuldu gubbarnir bera. Um tað var eitt dreingjabarn, so skuldu teir helst renna, ella í hvussu so er ganga skjótt. Tað var fyri at hesin lítli skuldi blíva góður gongumaður, tá hann vaks til.
Aftaná at eg eri konfirmeraður, er skúlatíðin liðug, og smátt um smátt fari eg at rógva út við Hans á Kyrjarheyggi. Hans átti ein son, sum at Niclái, og sum var javngamalur við meg. Vit konfirmeraðust í senn. Vit tríggir róðu út við Tunnafjalli. Hetta var eitt áttamannafar við Solo motori. Haldi meg minnast, at hann hevði 8 hestar. Tað fall mær alt meira og meira í lut at passa motorin.
Steðgaðu upp
Ein dagin á útiróðri eru vit einar 7 fjórðingar úr Viðoynni, vit tríggir. Vit høvdu fingið fitt av fiski og fóru at sigla inn. Nú fáa vit ein sjógv, og motorurin steðgar. Har var onki at gera. Vit vundu og vundu, men fingu ikki ígongd aftur. So sigur Hans, at vit seta bara segl og halda ímóti Nakkinum. Vit so gera og setast at rógva samstundis. Vit báðir Klái og eg eru tá ávikavist 14 og 15 ára gamlir. Her er ongin telefon hjá okkum at boða frá við, ei heldur nakar sendari, so tey heima fingu sjálvandi onki at vita.
Tá vit høvdu róð nakað, tá eri eg so heitur, at eg lat meg úr oljuklæðunum. Nú eg standi har, hugsi eg, at eg skal taka í svinghjólið at vita, um eg fái lív í aftur motorin. Fyrstu ferð, eg fekk svinghjólið runt, reyk hann í gongd, tá høvdu vit róð í heilar tríggjar tímar. Tað hevur óivað verið tendringin, ið hevur fingið ein skvamp og tí hevur leitt av. Men motorurin hevur verið somikið heitur, at tendringin hevur verið tornað aftur, tá eg tók í aftur svinghjólið.
Tá vit komu inn ímóti Múlanum, tá kom Drangur at leita eftir okkum, tí tey vóru blivin bangin um okkum nú, vit høvdu verið so leingi burtur.
Flúgvari rennur á Lokkan
Men lívið hevur eisini sínar avbjóðingar, sigur sinniligi Andrias Sundskarð og heldur áfram: Um miðdagsleitið 18. August í 1941, hoyra vit í Sundi motorarnar á einum flúgvara. Síðani eru ógvusligir brestir frá bumbum at hoyra oman úr fjøllunum eina løtu, áðrenn alt gerst stilt.
Boð verða send til sýslumannin i Klaksvík, og hann sendir læknan, Stærmose, norður í Sund við doktarabátinum at standa fyri at fara niðan á Lokkan at hyggja, hvussu vorðið er. Martin Sivertsen, úr Norðdepli, verður settur sum staðkendur at leiða ferðalagið tann langa teinin niðan. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at fara av Norðdepli og niðan á Lokkan. Eg var ein, sum var við.
Eg minnist, sigur Andrias Sundskarð, at tað fyrsta, sum vit komu til, var fingurin av einum fólki, sum lá á svørinum. Eg minnist, at Stærmose bað Martin lána sær felliknívin. Stærmose skar so ringin av fingrinum, og vit vóru eitt sindur spentir uppá at fáa at vita, hvat stóð í ringinum. Har stóð bara ”Alt for Norge” og onki annað.
Ongin heilur maður at finna
Har sá øgiligt út har uppi. Flúgvarin hevði rent inn í fjallið og var farin í smildur, Tríggjar bumbur vóru brostnar, og har var onki lík at síggja, sum hevði alt uppi á. Har lógu vembur høvd, armar og bein slongt víða um, ja, tað var ein óhugnalig sjón, sum møtti okkum uppi undir Lokkanum.
Hetta bleiv alt samlað saman, borið oman og grivið í eina grøv í Norðdepli. Aftaná kríggið blivu leivdirnar uppafturgrivnar og fluttar til Týskalands at vera grivnar har.
Sum vera man, so lógu vrakpetti slongd allastaðni. Menn tóku sær ymiskt við oman til minnis. Eg minnist, at eg fekk eitt, sum mamma hevði standandi á eini hill inni hjá okkum at hava tógv í.
Framhald í blaðnum sum verður til keyps kring Landið fríggjadagin 9. januar
Les um m.a. Enska Catalina flogfarið sum datt niður á Viðoynni




