Norðlýsið hevur skrivað dúliga og havt ótal av myndum nú nógvar jólakonsertir hava verið í Klaksvík og nógv hevur verið sungið og hópin av tiltøkum hava verið um jólini.
Ein løta sum var í Betesda við jólaløgum við 17 Sangarum fríggjakvøldið 10. desember hevur tó ikki fingið pláss á portalinum og í blaðnum fyrrenn nú. – Men Norðlýsið var sum ikki einaferð framvið og tók myndir. Tær kunnu síggjast her.
Við millum 500 og 600 áhoyrarum, har nógv fólk var úr øðrum bygdum og býum, ljómaði felagssangurin og 17 Sangarar framførdu bæði vanligar jólasangir og onkrar nýggjar. Har var eisini solo- og duettsangur . Ein hugnaligur kaffimuður var aftaná.
Enda var við kendu stykkjunum Ave Verum av Mozart og Tær heiður alvaldi, hjá Beethoven.
Hetta má sigast at vera bæði ein góð og ein stórsligin løta, har 17 Sangarar sum vanligt eisini leveraðu vøruna.
Oliver Joensen




