Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus á veg – tað ljóðar frá góðum fiskiskapi eystanfyri

Oliver Joensen

 Um 10 tíðina í kvøld loysti Gadus og fór av Vágni. Veðrið var ikki gott í kvøld, men teir kunnu ugga seg við ikki at hava vindin ímóti í hvussu so er. Harafturat frættist frá góðum fiskiskapi eystanfyri í løtuni, so hóast veðrið um okkara leiðir, so eru fiskiútlitini góð har Gadus fer.

Sum vanligt var væl av fólki komið at siga farvæl og stutt møti bleiv eisini hildið sum vant umborð, beint áðrenn farið var langa túrin.

Sum sæst á tí einu myndini, so var ein telefon tað seinasta, ið fór umborð eftir at skipið hevði loyst. Hvør átti, tað kunnu vit bara gita um 🙂

Vit ynskja skipi og manning góðan túr og Harrans signing.