Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skapti hondbólturin bragd í Grikkalandi

Jákup Ósá

Føroyska U-21 landsliðið í hondbólti framdi eitt bragd í Grikkalandi í kvøld.

Dysturin móti vertstjóðini endaði við javnleiki, 21-21. Hálvleiksstøðan var 8-7 til Grikkaland.

Føroyar høvdu góðan møguleika at vinna dystin, tí tá seinni hálvleikur var nakað liðin, vóru Føroyar á odda við tveimum málum, skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum.

Grikkar svaraðu tó aftur, og tá minni enn ein minuttur var eftir av dystinum, vóru grikkar á odda við einum máli.

Tað eydnaðist tó Føroyum at javna í allarsíðsta álopinum í dystinum. Helgi Hoydal syrgdi fyri málinum.

Grikkaland varð undan dystinum mett sum stórur favorittur, og tí telist hetta úrslitið millum størstu brøgdini í føroyskari hondbóltssøgu.

Føroyska U-21 landsliðið skal aftur í morgin spæla HM-undankappingardyst. Tá verður Serbia mótstøðuliðið. Serbia verður mett sum sterkasta tjóðin í bólkinum, skrivar Kringvarpið á síni heimasíðu.


Grikkaland – Føroyar 21-21 (8-7)

Kjartan Johansen, 8 mál

Julian Olsen, 4 mál

Eirikur Simonsen, 2 mál

Áki Egilsnes, 2 mál

Allan Norðberg, 2 mál

Helgi Hoydal, 1 mál

Rói B. Hansen, 1 mál

Pætur Thomsen, 1 mál