Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur rør í 2015

Jákup Ósá

Teir umborð á Klaksvíkingi boða nú frá, at sigursvanda manningin aftur verður við í FM kappingini hjá 10-mannaførunum í 2015.

Klaksvíkingur er sigursvandur bátur og seinastu 5 heilu kappingarárini, har báturin hevur luttikið, hevur hann vunnið FM. Í 2014 tók manningin ein steðg, men luttók tó sum gestarógvarar á heimasjógvi á Norðoyastevnu og á ólavsøku. Í báðum førum vóru teir heilt nær við at vinna róðurin.
Klaksvíkingur boðar umvegis sína facebook síðu frá í kvøld, at Klaksvíkingur er mannaður og rør í FM kappingini í 2015. Sum Norðlýsið skilir er møguleiki fyri, at nýggjur Klaksvíkingur verður bygdur til komandi kappingarár, tó at hetta ikki er endaliga avgjørt enn. Báturin verður sum skilst mannaður við nærum bara rógvarum, sum áður hava róð við Klaksvíkingi.
Norðlýsið fer sum vant at fylgja kappróðrinum og serliga 10-mannaførunum. Vit hava meir um fyrireikingarnar hjá Klaksvíkingi, tá vit nærkast  kappingarárinum.