Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira demokratiskt við einum valdømi

John William Joensen

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Edva Jacobsen heldur tað verða rætt at halda fast við eitt valdømi, men skipanin við bummgjaldi skal endurskoðast

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Edva Jacobsen heldur tað verða rætt at halda fast við eitt valdømi, men skipanin við bummgjaldi skal endurskoðast

NORÐLÝSIÐ:

Spurningar til løgtingslimir

Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

Edva Jacobsen svarar:

Skullu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?
Mín meining er at vit skulu halda fast við at hava eitt valdømi.
Føroyar eru eitt lítið samfelag, og talan er um landspolitik. Haldi at nýggja skipanin er meira demokratisk, tí veljarin kann velja millum øll valevni í landinum. Tá uppstillingin er upp á landsbasis, so er góður møguleiki fyri at umboðan verður runt alt landi. Vit skulu ikki vera bangin fyri einum valdømi, tí veljarin skal nokk gera sítt til at øll umboðanin ikki verður miðsavna, um politikkarar runt alt landi gera eitt gott arbeiði vegna Føroya fólk.

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunnlunum?
Her er ikki so einkult at siga ja ella nei. Øll skipanin við gjøldum fyri at nýta infrakervið eigur at verða eftirhugt. Einki er uttan kostnað, tað er bara ein spurningur hvussu tað skal gjaldast. Ein skipan, hvar hugt verður eftir øllum, baði hvat viðv. bilum og fergum eigur at endurskoðast.

Harleyfacadeacryl