Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Far tú og ger so við

Jóhs.M.Olsen

Tá íð Farisearirnir hoyrdu, at Jesus hevði málbundi Sadukeararnar, komu teir saman, tað var ikki nakað nýtt, men tað búði sjálvdan bara gott undir slíkum tiltøkunum, høvðispersónurin var í lívsvanda, man bíðaði bert eftir fremjandi løtuni, sum kanska ikki var tilstaðar her kortini av ótta fyri fólkasamankomstinum.

Tá íð Farisearirnir hoyrdu, at Jesus hevði málbundi Sadukeararnar, komu teir saman, tað var ikki nakað nýtt, men tað búði sjálvdan bara gott undir slíkum tiltøkunum, høvðispersónurin var í lívsvanda, man bíðaði bert eftir fremjandi løtuni, sum kanaska ikki var tilstaðar her kortini av ótta fyri fólkasamankomstinum.

Eins og fjølmiðlar okkara undan og aftaná árskifti við myndum og orðum hava framleitt frálíkar frásøgnir um ein lítlan part av føroyingum, nevniliga nakrar av teim sjófarðandi monnum okkara, sum vit í fjálgu stovum okkara á landi kundu sita og eygleiða t.d. “Sigurfarið” úr Klakksvík meðan teir í ódnarveðri, verðuliga bardust fyri egna og annans lívi fyri at koma neyðstøddum mannalívum til hjálpar har umleið.

Tað sama hendi stórum farmaskipum við føroyskum skipara, sum eins og aðrir við, settu sær fram um neyvu dagsskánna, at taka ferðina av skipinum og takað fjøld av menniskjum í svárastu neyð upp av sjónum, herum eru fleiri tílikar hendingar av okkara sjófarandi monnum sum skiparar.

Nógvar aðar líknadi hendingar eru sagdar frá á land og sjógvi hjá okkara fólki.

Tað ein serliga leggur merkið til er, at hesir bjargingarmenn, t.d. umtalaðu náttina á Flemmis Chap onga samráðing tykjast hava haft sín amillum um nakað ella einki skuldi gerðast, nú tað galt hjálp fyri fremmanda sjófólki, aðrari tjóð o.s.v.

Nei, vit eru fyri tað fyrsta samtíðar skapningar og staddir í sama báti, óansæ húðalit og ørgrynnuna av mannagjørdum kristnum, mohameds, og jødiskum spjøldrum um hálsin.

Hugsi ikki annað, enn í tí fleir hundratals mannfjøld á gøtuni í París í weekuskiftinum, so meintu tey, ein kundi hoyra úttala seg til fjølmiðlarnar tað, tey bóru fram, m.a. hon frá Afrika, sum segði hon var muslimsk og stóð ímillum jødar, budistar og kristin og mong onnur eisini tey sum hvørki vóru eitt ellla annað, vit eru eitt og møtt her við einum felags endamáli fríðheit og frið.

Men halda vit okkara metingar og meiningar um hvønn annan uppí móti omanfyri nevnda høvðispersóni Jesus Kristusi, so segði hann, meðan hann gekk her á jørð, at hann leit seg ikki til teirra, við tað hann kendi allar og visti hvat í okkum búði (jóhs.2,24-25) Hesin hevur tað avgerðandi orið, óansæ hvat vit onnur meina og halda um hvønn annan.

Glaður fyri at tilhoyra einum fólki, sum hevur fata Guðs son, og serliga polittikarum okkara og leiðara, sum vil vakja yvir okkum sum fólk og lýða skaparans rød, fram um allar aðrar.

Gott nýttár

Jóhs.M.Olsen

Ennivegur 51

Fuglafjørð