Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er stilt í morgun

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðurstøðir Landsverks vísa lítlan og ongan vind – upp í 5 m/s. Hetta er eitt gul. Ættin er norðan. Onnurhvør veðurstøð sigur frá avfalli. Vátakavi ella kavi.

Tað er stilt í morgun. Veðurstøðir Landsverks vísa lítlan og ongan vind – upp í 5 m/s. Hetta er eitt gul. Ættin er norðan. Onnurhvør veðurstøð sigur frá avfalli. Vátakavi ella kavi.

Tað stilla veðrið fer ikki at vera í allan dag. Út á seinnapartin fer ættin eystur um norðan – fyrst landnyrðing, síðani longur niður ímóti eystri. Meðan ættin soleiðis broytist, fer vindurin at veksa eitt sindur. Seint í kvøld er vindferðin komin upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s.

Tað fer at vera skýggjað veður í dag, og vit kunnu vænta okkum æl við vátakava og kava í dag. Hitin í dag fer ay liggja um 1 til 3 stig.

At stilla veðrið ikki heldur fram, er tí at eitt lágtrýst dýpist ein útsynning úr Íslandi. Meðan tað væntandi dýpist úr 968 hPa klokkan 6 í morgun niður í 946 hPa á midnátt, fer tað at flyta seg ímóti Norðurskotlandi. Soleiðis sum tað sær út í løtuni, fer tað ikki at koma nærri Føroyum, men fer at liggja yvir Norðurskotlandi. Í annaðkvøld hevur tað væntandi flutt seg til Hetlands, samanstundis sum tað er farið at grynnast aftur.

Ætlandi fer tað ikki at hava liggjandi illveður við sær á okkara leiðum, men tó fer at vera fitt av vindi. Mesti vindurin verður um middagsleitið í morgin og eitt sindur út á seinnapartin. Alt hetta er sjálvandi treytað av, at ferðin hjá lágtrýstinum eystureftir verður sum væntað, og dýpingin eisini 🙂

Livst so spyrst