Charlie Hebdo málið: Tað er komið fram í einum videobroti. Kouachi-brøðurnir fingu boð um at leypa á tíðindastovuna hjá Charlie Hebdo til tess at verja profetin Muhammed.
Charlie Hebdo málið: Tað er komið fram í einum videobroti. Kouachi-brøðurnir fingu boð um at leypa á tíðindastovuna hjá Charlie Hebdo til tess at verja profetin Muhammed.
Tíðindini koma frá einum toppleiðara úr al-Qaeda í Jemen.
– Brøðurnir fingu hesa uppgávuna, tí hendan tíðindastovan hevur fornermað Mohammed profet, fortelur yvirgangsfelagsskapurin.
Sambært Reuters er videobrotið, sum varar í 11 minuttir, almannakunngjørt á Youtube. Her fortelur Nasr Al-ansi, sum er ein leiðandi persónur í yvirgangsfelagsskapinum, at teir hava staðið fyri yvirganginum í París mikudagin.
Hetta samsvarar eisini við tað, sum Cherif Kouachi fortaldi eini franskari sjónvarpsrás í farnu viku:
Hin bróðurin, Said Kouachi hevur, sambært álítandi keldum, verið fleiri ferðir í Jemen. Fyrstu tíðina sum lesandi og seinastu tíðina á venjingarlegu hjá al-Qaeda.




