Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki fekk mest

Jákup Ósá

Norðsøki, Brandur, Kallanes, Líðhamar, Bragd og Bjørgvin hava verið úti í nátt.

Norðsøki, Brandur, Kallanes, Líðhamar, Bragd og Bjørgvin hava verið úti í nátt.

Sambært telefonsøluni hjá Fiskamarknaði Føroya (FMF), so hava allir bátarnir, sum vanliga rógva út í Norðoyggjum verið úti í nátt. Summir eru ikki afturkomnir enn, men allir selja fiskin í dag og hava sent sína meting inn. Sum skilst hevði onkur av teimum upp í 80 stampar við.

Norðsøki var besti báturin í dag. Hann fekk næstan 10.000 pund, meðan Kallanes, Líðhamar og Brandur lógu um 8000 pund ella knapt tað. Størsti parturin hjá teimum er toskur, men summir hava eisini fitt av hýsu.

Yvirlit yvir fiskiskapin í dag sambært FMF metingum:

Norðsøki9700 pund

Brandur 8100 pund

Kallanes7700 pund

Líðhamar7454 pund

Bragd 5300 pund

Bjørgvin4420 pund

Her skal havast í huga, at tað er ymiskt, hvussu nógvar stampar teir ymisku bátarnir høvdu við.