Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veturin kom við kulda og kava…

Norðlýsið

KAVAMYNDIR: Sum kunnugt hevur landið ligið í andaleypi seinasta samdøgrið av nógva kavanum, sum er komin niður síðani gjáramorgunin.

KAVAMYNDIR: Sum kunnugt hevur landið ligið í andaleypi seinasta samdøgrið av nógva kavanum, sum er komin niður síðani gjáramorgunin.

Roknast kann við, at tað gongur meginparturin av degnum í dagfríggjadagáðrenn koyrandi verður allastaðni kring landið. Serliga er tað ringt á Vestmannavegnum, á Hálsi í Sandavági, við Norðskálatunnilin og víðari út móti Skálafjørðinum. Fyrbils er bert eitt spor ruddað í Sundalagnum, so heldur ikki har er ráðiligt at koyra, tí vandi er fyri, at ferðsluproppur kemur í.

Landsverk ræður fólki frá at fara í bilin og nærkast hesum økjum, tí fyri tað fyrsta er hetta ikki vandaleyst, og í øðrum lagi er tað til stóran ampa og tarnar kavaruddingararbeiðinum.

Frægari stendur til í Norðoyggjum og í syðra parti av landinum; t.e. í Sandoy og Suðuroy.

Her eru nakrar myndir, sum maskinførarar hjá Landsverki hava tikið seinasta samdøgrið.