Charlie Hebdo: Tað hevur verið sáddur ivi um, hvørt brøðurnir, ið stóðu handan tólv drápini við Charlie Hebdo, skuldu fáa loyvi at verða jarðaðir. – Nú eru teir jarðaðir.
Charlie Hebdo: Tað hevur verið sáddur ivi um, hvørt brøðurnir, ið stóðu handan tólv drápini við Charlie Hebdo, skuldu fáa loyvi at verða jarðaðir. – Nú eru teir jarðaðir.
Tað hevur verið nógv tos um, hvørt beiggjarnir hava uppiborið eina jarðarferð, eftir tann ræðuliga sorgarleikin. Teir eru eisini samanbornir við Osama Bin Laden, sum tó fekk eina heiðurliga muslimska jarðarferð.
Lítlibeiggin, Cherif Kouachi, varð leygardagin í loyndum jarðaður í heimbýnum, Genneviliers. Tað er í útnyrðingspartinum av París.
Hetta váttar borgarstjórin í Genneviliers, Patrice Leclerc, fyri tíðindastovuni AFP.
Sambært myndugleikunum var eingin av familjuni ella vinunum til jarðarferðina. Gravstaðurin er eisini ónavngivin. Tí franskir myndugleikar vilja ikki, at gravstaðið hjá Cherif Kouachi skal gerast ein heilagur biðistaður fyri víðgongdar persónar og islamistar.
Hetta er í móti vilja hjá borgarans. Men eg má, eins og allir aðrir borgarstjórar, halda lógina og geva øllum borgarum ein gravstað. – Eg vil eins illa og allir aðrir borgarstjórar jarða ein yvirgangsmann í mínari kommunu, sigur Patrice Leclerc.
Hin beiggin, Said Kouachi, er eisini jarðaður. Hetta fór fram fríggjadagin í franska býnum, Reims. – Kona Said luttók ikki í jarðarferðina og tað sama við familju, vinum og kenningum. Tí hesin gravstaðurin skal eisini haldast í loyndum.
Tann triði yvirgangsmaðurin, Amédy Coulibaly, ið stóð fyri sorgarfullu gíslatøkuni í einum jødiskum handli, er ikki jarðaður enn. Hann kemur úr Mali og búði í Fontenay-aux-Roses, sum er ein forstaður sunnanfyri París. Ongar upplýsingar eru komnar fram enn, um at familjan skal hava sett seg í samband við myndugleikarnar, at fáa hann jarðaðan.




