Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Indiska gásin hevur serlig evni

Danial Viðoy

Morgunfakta: Indiska gásin flýgur tvørturum Himmalaya á hvørjum ári. Har við flýgur hon á 7000-metra hædd. Gásin hevur ein orkusparandi hátt, at megna harða túrin.

Morgunfakta: Indiska gásin flýgur tvørturum Himmalaya á hvørjum ári. Har við flýgur hon á 7000-metra hædd. Gásin hevur ein orkusparandi hátt, at megna harða túrin.

Indiska gásin (Anser indicus), sum vigar trý kilo, flýgur úr Mongolia til India og afturaftur á hvørjum ári. Á hesum teini flúgva tær tvørturum verðsins hægstu fjøll.

Tað merkir so statt, at gásin flýgur á 7000-metra hædd. Og tað hevur hugtikið granskararnar.

Ein kanningarbólkur frá lærda háskúlanum, Bangor University í Onglandi, hevur hugt nærri at ferðingarmynstrinum hjá serstøku gásini. – Granskararnir hava funnið útav, at gæsnar fylgja fjallalendinum, sum gevur teimum eina farleið um fjøllini, ið mestur líkist einum villum rusjibanatúri.

Vevnaðaríseting savnar dátu um ferðingarmynstrið

Granskararnir hava áður funnið útav, at gæsnar megna at flúgva í lágum súrevnisstøði (iltniveau). Men enn vantast svar upp á fleiri spurningar, eitt nú hvønn veg gæsnar flúgva, og hvussu nógva orku, ferðin krevur.

Tískil tóku granskararnir sjey gæs og settu vevnað (implantater) í tær, sum kannar kropshitan, trýst, ferðøking og hjartavirksemi. Hetta kann avdúka, hvussu høgt gæsnar flúgva, og hvussu nógva orku, ferðin krevur.

Síðani vórðu gæsnar sleptar í Mongolia. Árið eftir fingu granskararnir fatur á fýra út av teimum sjey.

Gæsnar fylgja fjallalendinum og spara orku

Granskararnir kundu avdúka, at farleiðin minnir einamest um ein rusjubanatúr. Gæsnar flúgva ikki í eini javnari hædd, men í staðin fylgja tær fjallalendinum.

Í miðal flugu tær á 4500-metra hædd. Men indiska gásin kundi innan 20 minuttir ferðast 1000 metrar upp í hædd og síðani fella eini 2000 metrar. – Tað kann tykjast sum orskuspilla, men so er ikki.

Tá ið fuglar flúgva høgt uppi, verða teir noyddir at økja veingjarørslurnar munandi. Tað økir sjálvsagt hjartavirksemi, og orkan gongur tískil skjótt undan.

Harafturímóti krevst munandi minni orka at flúgva lágt, sjálvt um flogið verður upp eftir einum fjallalendi. Tí fylgir indiska gásin fjallalendinum.

Hóast gæsnar hava ein orkusparandi hátt at flúgva, er talan um ein serstakan og stinnan fugl. Tí granskararnir funnu eisini útav, at gæsnar megna at røra seg við veingjunum í 17 tímar út í eitt.