Í kvøld verður ársins fyrsti venjingardystur í Klaksvík.
Tað eru Effoliðini hjá KÍ og NSÍ, sum spæla ársins fyrsta venjingardyst í Klaksvík. KÍ hevur spælt ein dyst frammanundan, tá liðið tapti 1-0 móti Víkingi á útivølli, meðan hetta er fyrsti dysturin hjá NSÍ í ár.
Sum skilst verður Justice John, sum royndarvenur við KÍ, á liðnum í kvøld eins og møguleiki eisini verður fyri at síggja teir báðar nýggju KÍ leikararnar Mayowa Alli og Evrard Blé í dysti í Klaksvík fyri fyrstu ferð. Hjá NSÍ eru Jóhan Jacobsen, Jónleif Højgaard, Andras Frederiksberg og Hákun Edmundsson nýggir í hópinum.
Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 18.30. Dómari verður Fríðin Ziskason.




