Jógvan Páll Lassen sigur, at FSF onga heimild hevur til at fara inn í málið, har Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus í venjingardysti í gjár endaðu í roki, sum endaði við, at Poul Ingason endaði á skaðastovuni við brotnari nøs.

Norðlýsið hevur spurt Jógvan Páll Lassen, sum er advokatur og kønur í fótbóltsreglum og lógum, um, hvussu mannagongdin er, tá talan er um venjingardystir og um FSF hevur heimild at fara inní málið.
– Nei FSF hevur ongar heimildir at blanda seg uppí. Tí venjingardystir eru ikki undir FSF virkisøkinum. Tað eru teir nógvastaðni, men ikki í Føroyum. Hinvegin so er Stórsteypadysturin undir FSF og har kann FSF revsa leikarar, sigur Jógvan Páll Lassen við Norðlýsið.
Høvuðsstaðarpressan hevur skrivað nógv um hendingina, sum lesast kann um niðanfyri:
KVF.fo: Venjingardystur endaði við harðskapi
In.fo: Ikki góður fótbóltsandi
Portal.fo: Mótstríðandi frágreiðingar um samanbrestin í Gundadali
Portal.fo: Blóðið fleyt í venjingardysti í Gundadali – Poul Ingason breyt nøsina