Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HUGSANNIR HJARTANS

Páll Poulsen

Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin. Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum. 1.Mós.6.5-6. Hesi bæði versini, sum lýsa ólekiliga óndskapin í heiminum undan syndaflóðini, sum eisini at enda gjørdi, at vatnflóðin kom, eru tær fyrstu tvær ávísingarnar av meiri enn túsund í bíbliuni, sum vísa til orðið “hjarta”. Gáa eftir mótsetningunum: hjarta menniskjanna var ónt; hjarta Guds syrgdi.

Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin. Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum. 1.Mós.6.5-6

Hesi bæði versini, sum lýsa ólekiliga óndskapin í heiminum undan syndaflóðini, sum eisini at enda gjørdi, at vatnflóðin kom, eru tær fyrstu tvær ávísingarnar av meiri enn túsund í bíbliuni, sum vísa til orðið “hjarta”. Gáa eftir mótsetningunum: hjarta menniskjanna var ónt; hjarta Guds syrgdi.

Bæði hebraiska og grikska málið roknaðu hjartað sum miðdepilin fyri veru menniskjanna, sæti fyri kenslum og hugsanum. Tað ger føroyska málið eisini, sum so mong onnur. Høvundarnir vistu, at hjartað var ein “likamligur” lutur í mannakroppinum, ið við sínum virki gjørdi, at blóðið fór í umferð, sum er grundarlagið fyri lívinum í likaminum. 3.Mós.17.11 er eitt av teimum skriftstøðunum, sum sigur okkum, at “sálin í øllum holdi er í blóðinum”, VD “sál likamsins er í blóðinum” Viderø, men flestu týðing siga, sum t.d. tann íslendska, at “líf líkamans er í blóðinu”, men tað er sjáldan, at orðið verður brúkt soleiðis í Skriftini. Næstan altíð verður orðið myndarliga brúkt við ávísing til djúpastu kjarnuna í innastu veru menniskjanna. Tað verður eisini av og á brúkt um innasta partin av likamligum lutum, t.d. Matt. 12.40, har tær norðurlendsku týðingarnar hava “fang jarðarinnar”, meðan tær ensku siga “in the heart of the earth”.( Dahl sigur tó “undir moldum”!)

Men fyrstu ferð orðið hjarta kemur fyri, sipar tað til “tankar” menniskjanna. Onkursvegna, áðrenn ein hugsar við minninum/sinninum, hugsar hann við hjartanum, og hesar djúpu, ótalaðu hugsanir fara at avgera, hvussu vit hugsa við heilanum.*) Jesus staðfesti hetta í Mark.7.21: “Tí innanífrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir”. Hóast muðurin stundum kann tala mangt ónt, so er tað í grundini einki galið við munninum, men hjartanum. Tí sigur Harrin Jesus: “Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.” Mark.12.34

Tað er tí so týdningarmikið at varðveita hjartað reint. Veruleikin er, at í týðiligum mótsetningi til fyrstu ávísingina til “hjartað” í Gamla Testamenti, sum her sipar til óndu hugsanir menniskjanna, stendur fyrsta ávísing til hjarta í Nýggja Testamenti, sum er eitt blídligt lyfti frá Harranum Jesusi Kristi: “Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.” Matt.5.8.

Hyggjuráðini eru tí at taka áminningina í Skriftini til eftirtektar, sum sigur: “Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!” Orðt.4.23

Og hvussu gera vit tað? Fyrst og fremst við at:

“Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!” Kol.3,16

Tá ið tú eina í stríðnum mást standa,

Hvast er Guds orð sum hin hvassasti brandur,
treingir seg inn í ta myrkastu vrá,
øvund og mótstøðu, lygnir og klandur,
alt kanst við orðinum niður tú slá.
2. Ikki tað vóru teir mannsterku flokkar,
sum fylgdu Jesusi, tá hann var her;
varða teg tí, at ei talið teg lokkar
burt av tí leið, sum í Orðinum er!
Sannleikin sigrar, um fá honum trúgva,
lygnin, hon fellur og fær ikki bót;
um henni fylgir hin ótalda rúgva,
einaferð verður hon uppskrædd við rót.
4. Orðið frá Gudi lat á tínum vegi
og undir stríðinum leiða tín fót!
Tá skalt tú kunna – áh, merk tað við gleði! –
Nógv fyri sannleika, einki ímót!
Vend undir stríðnum til Jesus títt eyga,
lít bert á sannleikans sigrandi mátt!
Skjótt verður krúnan av gullinum reyða
sett á títt høvur í Himlinum hátt.

Nr. 1005 í SGF.

Páll Poulsen týddi úr enskum og umarbeiddi

*)Fyri nøkrum árum sigldu vit við Juvel her í Suður-Grønlandií tvey fylgjandi ár- sum eina tænastu fyri Harran – tveir trúgvandi kanadiskar sálarfrøðingar, annar hevði eina phd í sálarfrøði og hin eina masterútbúgving. Teir høvdu eitt skeið, teir nevndu “Hjartapína”, sum var grundað á eina sunna samanrenning av Skriftini og sálarfrøði. Eg kom sostatt at taka grundskeiðið, sum er 5 ferðir 6 tímar, sjey ferðir! Lærdi nógv! Eg gjørdist rættuliga bilsin, tá tað bleiv sagt, at vit minnast við kenslunum! Eins nógv og stundum meiri enn við vitinum! Vit eru ikki so tilvitað um tað, men serfrøðingurin – t.d. sálarfrøðingur – kann avlesa tað í okkara hugburði, atburði og talu, sjálvt um vit einki siga, og møguliga hava givið okkum sjálvum tað lyfti, at “hatta skal eg siga fyri nøkrum!”