Klaksvíkar kommuna hevur trimmað raksturin, styrkt fíggjarstýringina og megnar at gjalda skuldina niður, samstundis sum stórar og týðandi íløgur verða gjørdar í kommununi.
Klaksvíkar kommuna hevur trimmað raksturin, styrkt fíggjarstýringina og megnar at gjalda skuldina niður, samstundis sum stórar og týðandi íløgur verða gjørdar í kommununi.
Tað hevur gingið væl hjá Klaksvíkar kommunu fíggjarliga seinnu árini. Síðan kreppuna í 2008, sum eisini ávirkaði inntøkur og raksturin hjá Klaksvíkar kommunu, hevur gingið støðugt framá.
Ein týðandi orsøk til hetta er, at nógv av tí virksemi, sum lá stilt eitt skifti í 2008, kom í gongd aftur, vinnulívið hevur ment seg munandi, tænastuvinnan er styrkt, og virksemið í uppsjóvarvinnuni hevur havt jaliga ávirkan á alt samfelagið – eisini lokalsamfelagið hjá okkum.
Arbeiðsloysið er minkað niður í nærum einki, og hetta sæst eisini aftur í inntøkunum frá persónsskatti hjá Klaksvíkar kommunu.
Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu vaksa støðugt, men tað verður mangan sagt, at tað er verri at stýra í góðum tíðum enn í ringum, tí í fíggjarliga góðum tíðum er ferðin høg, krøvini nógv og trýstið stórt á tey, sum skulu stýra almennu kassunum.
Hesar veruleikar hava vit í huga í okkara fíggjarpolitikki, so vit ikki fara at halda, at alt ber til fyri at tekkjast veljarum. Heldur skulu vit brúka hóvsemi og umhugsni fyri, hvussu vit tryggja kommununa best fíggjarliga.
Fíggjarstýringin styrkt
Seinastu tvey árini hava vit miðvíst arbeitt við at trimma raksturin og styrkja fíggjarstýringina hjá Klaksvíkar kommunu.
Hetta hevur millum annað havt við sær, at gjaldførið hjá Klaksvíkar kommunu er munandi styrkt – kommunan eigur nú 15 milliónir krónur í tøkum peningi aftur ímóti 2,9 milliónum krónum fyri nøkrum árum síðan.
Betri fíggjarstýring og gjaldføri hava við sær, at Klaksvíkar kommuna kann virka meira fleksibult og kann reagera skjótari upp á viðurskifti í samfelagnum.
Klaksvíkar kommuna hevur eisini tikið stig til, at rokningar, sum verða sendar kommununi, verða skjótari goldnar. Hetta er eisini við til at lætta um og styrkja lokala vinnulívið.
Fleiri stórar verkætlanir eru settar í gongd – millum annað skúlabyggingin og nýggi miðbýurin – men hetta verður gjørt undir tryggum fíggjarligum umstøðum.
Klaksvíkar kommuna tekur eingi nýggj lán til hesar verkætlanir, men í eitt tíðarskeið verður kommunuskattaprosentið hækkað 0,5 prosentstig fyri at gjøgnumføra skúlabyggingina.
Klaksvíkar kommuna megnar at gjalda hesar útbyggingar, so hvørt tær verða framdar.
Samstundis sum Klaksvíkar kommuna hevur sett stórar og týðandi verkætlanir í gongd, megnar kommunan at gjalda niður av kommunuskuldini, sum nú er langt undir einari álíkning. Tá ið tað stóð ringast til við skuldini, var hon tríggjar álíkningar, og tá var kommunan sett undir umsiting av landinum.
Nú er støðan ein heilt onnur – og Klaksvíkar kommuna er fíggjarliga væl brynjað til framtíðina og komandi avbjóðingar og møguleikar.




