Góðan morgun: Thailand viðurkennir nú alment, at tað í landinum eru trý kyn. Kallkyn, kvennkyn og kathoey, sum á enskum málið verður rópt ’ladyboy’.
Thailand viðurkennir nú alment, at tað í landinum eru trý kyn. Kallkyn, kvennkyn og kathoey, sum á enskum málið verður rópt ’ladyboy’.
Tað hevur í nógv ár verið arbeitt við at orða eitt lógaruppskot, ið skal javnseta øll ’trý’ kynini í Thailandi. – Eitt liðugt lógaruppskot er nú komið á borðið og verður hetta væntandi góðkent í næstum.
Ladyboy, ella ’gentudrongur’ á føroyskum, er ein føddur drongur, men sum við árunum hevur latið seg broyta – við læknahjálp – til eina gentu, meira ella minni.
Í Thailandi eru eftir hondini 300.000 av hesum slagnum. Og skjótt fara hesi eisini at hava somu almennu rættindi sum kvinnur og menn.
Thailendska stjórnin sigur, at hetta er ein liður í, at styrkja javnstøðuna í landinum.




