Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikuskiftið fer at vera merkt av tveimum lágtrýstum

Hanus Kjølbro – SjóNám

Veðrið hetta vikuskiftið fer at vera merkt av tveimum lágtrýstum. Eitt stendur í Grønlandsfjørðinum í dag; tað ferðast norðureftir. Tað er tað, sum gevur okkum veðrið í morgun og í dag. Vindurin er komin úr suðuri í morgun, men ættin broytist um middagsleitið til lágan vestan. Vindferðin er spakuliga veksandi úr 6 til m/s upp í 10 til 14 m/s. Tað er ein strúkur í vindi. Til eitt lágtrýst hoyra eitt ella fleiri brúgvaløg við regni ella øðrum avfalli. Soleiðis er eisini hesaferð. Tvey brúgvaløg eru nær við Føroyar. Tey eru væntandi yvir okkum í dag. Seinnapartin eru tey farin framvið, og tá verður turt aftur. Hitin í dag fer at liggja um 5 til 6 stig.

Í morgin – leygardagin – verður veðrið eitt sindur øðrvísi enn fríggjadagurin. Lágtrýstið, nevnt omanfyri, er tá farið langt norður um Ísland, og veðrið sum hoyrir tað skipanina, er langt burturi frá okkum. Í staðin kemur eitt annað lágtrýst vestaneftir. Tað fer at halda somu leið, sum tað fyrra. Tað fyrsta, vit fara at merkja til hetta lágtrýstið, er, at klokkan 6 leygarmorgunin, tá ið tað er 300 fjórðingar beint suður úr Kappanum. Leygarmorgunin byrjar við einum strúki í vindi úr vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sólglottar. Seinnapartin fer niður ímóti suðuri – helst útsynningur-sunnan. Út á kvøldið fer vindurin at veksa upp í eitt skrið, 20 m/s. Tað fer at regna í annaðkvøld. Hitin í morgin fer at liggja um 7 til 9 stig. Ikki løgi, at luftin er so heit, tí hon kemur til okkara allan vegin úr leiðunum við Kanariuoyggjarnar.

Sunnunáttina verður sami vindur og tað sama avfall. Okkurt íslit verður tó eisini. Út á fyrrapartin fer vindurin at minka eitt sindur. Niður í hvassan vind, 13 til 17 m/s. Seinnapartin sunnudagin fer ættin broytast il útsynning-vestan, og vindurin fer at minka enn eitt vet. Sunnukvøldið fer vindurin at vera tann sami, men tað verður eftir øllum at døma turt. Hitin sunnudagin ferð at liggja um 7 til 9 stig.

Gott vikuskifti