Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerhard Lognberg: fyrispurningar til Bjørn og Jørgen

Gerhard Lognberg

Skrivligur spurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann

1. Metir landsstýrismaðurin ikki, at útoyggjar hava ein trupulleika við næmingum, sum pendla, aftur og fram, til hægru skúlarnar í Tórshavn?

2. Kann hugsast, at landsstýrismaðurin fer, at hyggja eftir hesum trupulleika?

3. Metir landsstýrismaðurin ikki sjálvur, at Sandoyggin hevur ein stóran trupulleika við skúlaungdómi, sum ferðast aftur og fram?

Viðmerkingar:

Í dag hava tær yngru familjurnar stóran trupulleika av, at senda síni børn á míðnámsskúla í Tórshavn grundað á, at ferðslan er sera óstabil til Sandoy í vetrarhálvuni.

Á henda hátt, verða børnini ella ungdómurin skrivaður fyri fráveru og kann í ringasta føri enda við, at verða víst úr skúlanum.

Sandoyggin er illa hótt av fráflyting sum er.

Hetta ger so aftur tað, at hesar familjurnar flyta av oynni fyri, at tryggja sínum børnum eina tryggari skúlagongd.

So hetta er mest sum eitt neyðarróp, tí sjálvsagt hava skúlar mannagongdir, men landsstýrið eigur at taka hesar spurningar upp, so ein loysn fast á hesi ótolandi gongd.


Skrivligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann

1. Hvat ætlar man at gera fyri, at bøta um samferðsluviðurskiftini til Sandoynna?

2. Hugsar landsstýrismaðurin hvat gerast kann, við grótkastið norðurin í Bergi?

3. Hevur landsstýrismaðurin verið í samband við Landsverk, um møguleikan, at knekkað Boðagarðin úteftir, so grótkastið liggur?

Viðmerkingar

Sum støðan er í dag, eru nógvir trupulleikar og eru fólk ótrygg við, at skipið siglur inn í Skopun tá brim er.

Í summar varð grót tikið upp úr innsiglingini, sum var gott.

Men innsiglingin er ikki at kenna aftur, til tað verra, tí nú er ókyrt.

Hvat er, sum ger hetta, kundi landsstýrismaðurin og Landsverk tosað um.

Skopun er brimpláss, tí er ein vandi í sær sjálvum.

Í dag kann tú síggja steinar, sum viga eini 12 tons koma í leysari luft inn um keiina, tað er ógvusligt.

Hetta ørkimlar teir, sum sigla upp á Skopun.

Tað kann eisini viðmerkjast, at fyri Skopunar Havn, er eitt portur, sum er slitið og er ogn hjá Skopunar Kommunu.

Tá kommunan yvirtók portri, vistu vit ikki, at Sandoyar tunnilin ikki byrjaði í 2009.


Skrivligur spurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann

1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um tað útskiftið, sum er umborð á Teistanum og hinum strandfaraskipunum?

2. Kann tað verða ein meinboði, at lønin er ikki serliga eggjandi?

3. Hví hevur man ikki brúkt sjómansfrádráttin á strandfaraskipunum, ransóknarskipum og vaktarskipum?

Viðmerkingar:

Tað, at hava strandfaraskip siglandi fleiri ferð um dagin, uppá brimpláss, er nakað, sum krevur eina stabila manning.

Tað er ikki tað sama sum hendur. Stýrimenn, skiparar skifta ofta, grundin er tann sera vánaliga lønin í mun til tað, sum kann fáast aðrastaðni.

Tó er onkur garvaður skipari umborð enn, og kann man gleðast um tað.

Sum er, verður trupulleikin, at menn eru nóg illa komnir at kenna skipið, tá eru yvirmennirnir og dekkarir farnir har, sum lønin er betur.


Gerhard Lognberg