Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pedagogarnir hava ikki tíð til børnini

Danial Viðoy

Danmark: Pedagogarnir ella námsfrøðingarnir hava minni og minni tíð til børnini, tí pappírarbeiði er vorðið alsamt meiri krevjandi.

Danmark: Pedagogarnir ella námsfrøðingarnir hava minni og minni tíð til børnini, tí pappírarbeiði er vorðið alsamt meiri krevjandi.

Onki er sum tað fyrr hevur verið. Donsku pedagogarnir hava minni og minni tíð til børnini, tí útfylling av talvum og øðrum rænir arbeiðstíðina.

Donsk tøl siga, at í 1973 brúktu tey á ansingarstovnum 70 prosent av tíðini til børnini áleina. Nú er hetta talið komið niður á 50 prosent.

Hetta ávirkar børnini neiliga, verður sagt, tí børn hava brúkt fyri jøvnum sambandi við vaksin; eisini á ansingarstovnum. – Á henda hátt verður trivnaðurin hjá barninum eisini hóttir.

Nágreiniligari frágreiðing kann lesast her