Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nashyrningur føddur

Danial Viðoy

Góðan morgun: Nú verður møguligt hjá ferðandi í Keypmannahavn at síggja ein lítlan og fittan nashyrning í djóragarðinum, tí fyri fyrstu ferð í 35 ár er ein nashyrningur føddur í Keypmannahavn.

Góðan morgun: Nú verður møguligt hjá ferðandi í Keypmannahavn at síggja ein lítlan og fittan nashyrning í djóragarðinum, tí fyri fyrstu ferð í 35 ár er ein nashyrningur føddur í Keypmannahavn.

Klokkan 07.56 átti nashyrningurin Minna ein fittan lítlan nashyrning. Hetta upplýsir djóragarðurin í Keypmannahavn.

Tað hevur verið bíðað leingi eftir tí nýfødda. Paringin gekk fyri seg í 2013. Ein nashyrningurin gongur við burðinum í heilar 17 mánaðir.

Hesin lítli nashyrningurin hevur ikki fingið navn enn, tí enn er óvist, hvat slag talan er um.

Ein nýføddur nashyrningur vigar aloftast eini 50 kilo.

Sagt verður um nashyrninga-mammuna, at hon er sera nasadjørv. Tískil verður bíðað eina løtu at koma henni ov nær til tess at kanna, hvat kyn tað lítla er.