Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búnaðarstevna í Klaksvík

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Landbúnaðarráðstevnan, sum frameftir fær heitið “Búnaðarstevnan”, er í Klaksvík í dag í Skúlanum við Ósánna.

Smá 200 fólk hava teknað seg til stevnuna, sum varð sett í morgun kl. 10 avJógvan Skorðheim, borgarstjóra. Borgarstjórin vísti á at skilagott er at hittast á henda hátt, har møguleiki er fyri – eftir mongu innleggini at taka upp ávíst kjak, sum í síðsta enda skuldi vera við til betran av umstøðunum hjá tí einstaka og landbúnaðinum i síni heild – ella sum eisini verður sagt undir einum nýmótans heiti, at netverka.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum eisini umsitur landbúnaðarmál, kom inn á einskiljing av landsjørð og greinaði nakað festi- og ognarjørð og hagabýtið í hesum sambandi.

Landsstýrismaðurin legði eisini afturat, at tað, hann her segði, í størsta mun stóð fyri hansara egnu rokning, tí ikki hevði verið serligt politiskt orðaskifti um málið.

Tó helt hann, at tað átti at verið sjálvsagdur rættur, at tann, sum hevði landsjørð í honum, hevur fest hana, eisini eigur hana. Á henda hátt kunnu skapast fleiri møguleikar í so mangar mátar, hjá teimum, sum umsita jørðina. Men uppi við málinum um einskiljing hanga nógvir spurningar við, tí er og verður talan um eina drúgva tilgongd.

Drúgv skrá er fyri dagin og sigast má, at Búnaðarstevnan hevur vakt stóran áhuga við stórari undirtøku á øðrum sinni. Tað er Símun Gullaksen frá Gamla Seglhúsinum, sum skipar fyri ráðstevnuni.


Skrá fyri dagin

09:30: Skráseting
10:00: Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.
10:15: Framløga: Einskiljing av landsjørðini
– Jacob Vestergaard, landsstýrimaður
11:00: Framløga: Umsiting av landsjørðini – Búnaðarstovan
11:30: Framløga: Lendisætlan fyri Føroyar – Umhvørvisstovan

12:00: Steðgur (ábit)

13:00: Framløga: Taks og Landbúnaður – Poula á Líðarenda, Taks
13:25: Framløga: Búnaðargrunnurin – Regin I. Jakobsen
13:50: Framløga: Hjallur – stýring av ræsing – Hørður Wardum
14:15: Framløga: Gastronomi & Landbúnaður – Leif Sørensen
14:40: Framløga: Matvørulógin 2015 – Heilsufrøðiliga Starvsstovan

15:00: Steðgur (Kaffiborð)

15:30: Framløga: Dímunargarður – Eva & Jógvan Jón úr Dímun
15:55: Framløga: Dúvugarðar – Jóhan Jógvanson
16:20: Framløga: Heimablíðni – Anna & Óli Rubeksen

16:40: Steðgur (Nátturðaborð)

18:30: Kjakfundur við pallborðið, evni er einskiljing av landsjørðini.

Pallborðsluttakarar:Fólkaflokkurin – Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Sambandsflokkurin – Bjørn Kalsø
Javnaðarflokkurin – Henrik Old
Tjóveldisflokkurin – Bjørt Samuelsen
Sjálvstýrisflokkurin – Kári P. Højgaard
Miðflokkurin – Bill Justinussen
Framsókn – Sámal Petur í Grund

Orðstýrari: Beinta Løwe Jacobsen

21:00: Liðugt

Fundarstjóri: Karl Johansen, sýslumaður