Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størst útskifting í ÍF

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir leikara broytingunum í Effodeildini í vetur.

Vit hava hugt eftir leikara broytingunum í Effodeildini í vetur.

Tilgongdin er størst í ÍF og NSÍ

Higartil hava ÍF og NSÍ verið tey virknastu til at fingið nýggjar leikarar í hópin.

ÍF er tað liðið, sum higartil hevur fingið mest styrk til Effohópin. Fimm leikarar eru komnir afturat hópinum hjá ÍF. Eisini NSÍ hevur verið virkið til at fingið leikarar, tí fýra nýggir leikarar eru komnir til NSÍ. Meistararnir úr B36 hava fingið tríggjar nýggjar leikarar. Og spurningur er bara um tíð, áðrenn KÍ fær triðja og helst eisini seinasta styrkin hjá sær. Seinastu tíðina hevur Justice John royndarvant, men eingin avgerð var tikin við hansara framtíð, tá blaðið fór til prentingar. Hjá uppflytarunum báðum TB og FC Suðuroy, tykist greitt, at tey fara at styrkja liðið við fýra leikarum, har nøvnini tó ikki eru komin uppá pláss enn. Helst kemur onkur tilgongd afturat hjá fleiri feløgum.

EB/Streymur missur mest

EB/Streymur hevur higartil mist flest leikarar. Seks leikarar eru ikki við í ár, sum spældu í seinnu hálvu í fjør. Møguliga økist hetta talið, tí framtíðin hjá fleiri leikarum er enn ógreið. M.a. kann tað henda, at hvørki Egil á Bø ella Marni Djurhuus spæla í ár. ÍF hevur somuleiðis mist seks leikarar, men felags fyri fleiri av teimum er, at teir ikki spældu stóran leiklut á ÍF liðnum í seinnu hálvu í fjør. KÍ, B36 og NSÍ hava mist fýra leikarar í part. Missir HB Heina Vatnsdal, so koma teir eisini uppá fýra leikarar, sum ikki eru við, sum spældu seinasta kappingarár. Hjá fleiri liðum er framvegis ógreitt við fleiri leikarum, og tí kann talið av mistum leikarum økjast áðrenn kappingarbyrjan.

Fakta um tilgongd:

5: ÍF (Adeshina Lawal, André Olsen, Andy Olsen, Pedrag Markovic og Sjúrður Jacobsen)

4: NSÍ (Jóhan Jacobsen, Jónleif Højgaard, Hákun Edmundsson og Andras Frederiksberg)

4: TB (Albert Adu umframt tríggir útlendingar, sum ikki eru komnir uppá pláss enn)

4: FC Suðuroy (Fýra útlendingar koma, men avtalurnar eru ikki komnar uppá pláss enn)

3: AB (Álvur Christuansen, Kristin R. Mouritsen og Rógvi Poulsen)

3: B36 (Ibrahima Camara, Hans Pauli Samuelsen og Robert Heðin Brockie)

3: KÍ (Mayowa Alli, Evrard Blé og ein afturat, sum ikki er komin uppá pláss enn)

1: HB (Arnbjørn T. Hansen)

1: Víkingur (Gert Hansen)

1: EB/Streymur (Jákup Højgaard)

Fakta um frágongd:

6: EB/Streymur (René Tórgarð, Gunnar Zachariassen, Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Høgni Madsen og Arnbjørn T. Hansen)

6: ÍF (Jákup Mikkelsen, Bogi R. Petersen, Heri Nesá, Bogi Løkin, Karl Løkin, og Jógvan Isaksen)

4: KÍ (Rodrigo Silva, Jóhan Jacobsen, Álvur Christiansen og Bárður J. Heinesen)

4: NSÍ (Christian Høgni Jacobsen, Andy Olsen, Jústines R. Hansen og Sjúrður Jacobsen)

4: B36 (Adeshina Lawal, Símun Joensen, Rógvi Poulsen og Klæmint Matras(ikki endaliga staðfest))

3: HB (Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen og Jóan Símun Edmundsson)

2: AB (Aleksandrs Cekulajevs og Leivur H. Joensen)

1: Víkingur (Hallur Hansson)

0: TB

0: FC Suðuroy


Í blaðnum hjá Norðlýsinum seinast var feilur í yvirlitinum hjá ÍF og B36 eins og í eini yvirskriftini. Hetta er rættað uppiyvir.