Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jaligur hugburður til íverksetan í Føroyum

Tíðindaskriv

Ágrýtin, djørv og framsøkin eru millum skoðsmálini, sum íverksetarar í Føroyum fáa í eini spurnarkanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Vinnuframa. Kanningin vísir eisini, at nógv fólk umhugsa at stovna egið virki, men at tey av ymsum orsøkum kortini halda seg aftur.

Íverksetarar góð skoðsmál

Fólk vórðu biðin um at lýsa teirra áskoðan á íverksetarar, og góðu skoðsmálini skortaðu ikki, tí tey allarflestu av teimum 585 spurdu vístu seg at hava sera jaligan hugburð til íverksetarar. At fólk yvirhøvur eru jaliga sinnað í mun til íverksetan vísir seg aðrastaðni at hava týdning fyri sjálvar íverksetararnar, tí so sleppa íverksetararnir undan at dragast við fordómar um teirra arbeiði. Hetta vísir seg at hava jaliga ávirkan á hugin at gerast íverksetari.

Hugurin at stovna egið virki

Av teimum spurdu høvdu 10 prosent stovnað egið virki, meðan 19 prosent høvdu umhugsað tað. Og tað sær út til, at bæði kyn og útbúgving hava týdning, tí at serliga mannfólkið hevur hug at stovna egið virkið, meðan 75 prosent av kvinnunum ikki hava umhugsað hendan møguleika. Og sum heild eru tað fólk við longri útbúgving, sum hava hug at gerast sjálvstøðug.

Avbjóðingarnar

Kanningin gevur eisini eina mynd av, hvat tað serliga er, sum heldur fólki frá at stovna egið virki. Høvuðsorsøkin til, at fólk halda seg aftur, er, at tey ikki hava neyðuga peningin til at byrja. Á einum øðrum plássi er ivin um, hvørt hugskotið er nóg gott. Og í triðja lagi halda fólk tað vera ov torskilt at fáa greiðu á lógarverki og á øðrum økjum, sum hava við myndugleikarnar at gera. Eisini vísti kanningin, at nógv fólk ikki vita, hvussu tey kunnu koma ígongd.

Nokk at tríva í

Fyri Vinnuframa, sum saman við Vinnumálaráðnum ynskir at fáa tær best hugsandi arbeiðsumstøðurnar fyri íverksetarar og íverksetan í Føroyum, er nokk at tríva í. Og arbeiðið, sum skal gerast, fevnir um bæði um upplýsing og um at menna skipanir og tilboð, so at verandi skipanir verða einfaldari. – Arbeiðið hevur givið okkum ítøkiliga vitan

um, hvat serliga kann gerast betri í Føroyum, so at íverksetarar fáa betri karmar. Nú arbeiða vit so við teimum endaligu tilmælunum, og so gleða vit okkum til at fara í holt við implementeringina, sigur Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframa.