Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnalætti ið munar

Jógvan Skorheim

Umfatandi barnalætti ger góðan mun í gerandisdegnum hjá barnafamiljunum, sum hava fingið meira pengar at ráða yvir.

Umfatandi barnalætti ger góðan mun í gerandisdegnum hjá barnafamiljunum, sum hava fingið meira pengar at ráða yvir.

Í fjør vórðu stig tikin til størsta lættan, ið nakrantíð er givin til barnafamiljurnar í Klaksvíkar kommunu. Hetta varð gjørt við at lækka gjaldið á barnagarðsplássum, hækka systkinaavslátturin og hækka barnafrádráttin.

Henda lætta fara vit at útbyggja, so tað verður enn bíligari at hava børn í Klaksvíkar kommunu í 2015.

Frá 1. januar 2015 fær ein familja, við einum barni í vøggustovu og tveimum børnum í barnagarði, ein samlaðan lætta á umleið kr. 18.000,- um árið – ella ein mánaðarligan lætta á umleið kr. 1.500,-

Hetta eru pengar, sum barnafamiljurnar fáa at ráða yvir í gerandisdegnum – og tað ger stóran mun.

Samanbera vit hetta við tað hálva prosentið, sum kommunuskatturin hækkaði á nýggjárinum, kemur ein familja (kona og maður), ið hevur eina samlaða skattainntøku á kr. 600.000, at gjalda íalt kr. 225,- meir um mánaðin í kommunuskatti.

Tí er tað ikki rætt, tá ið tað verður ført fram, at tann lættin, sum vit í býráðsmeirilutanum hava sett út í kortið, nú verður tileinkisgjørdur við at hækka kommunuskattin við einum hálvum prosenti.

Endamálið við barnalættanum er at gera tað liviligari hjá smábarnafamiljum, sum her búgva. Tær koma at hava eitt størri fíggjarligt avlop, sum vil geva teimum eitt størri rásarúm í gerandisdegnum.

Harafturat fáa smábarnafamiljur, ið skulu flyta heim, møguleikan at velja Klaksvík av fíggjarligum orsøkum fram um aðrar kommunur. Hetta vil verða við til at skapa fólkavøkstur og eina sunna kommunu.