Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arni Vatnhamar fekk heiðursbræv handað

Oliver Joensen

Í samband við stytsta dags túrin hjá Fjallabólkinum, fekk Arni Vatnhamar handað heiðursbræv fyri sína hetju gongu niðan á heimsins hægsta fjall Mount Everest.

Heiðursbrævið var sniðgivið av Ingvør Nolsøe og undirskrivað av Karstini Hansen, heilsumálaráðharra, og nevndini í Fjallabólkinum.

Á eini samkomu í Íverksetarahúsinum tann 9. januar barst tað Arna, sum til dagligt býr í Danmark, fyri at koma framvið. Fleiri treyst fjallafólk valdu at vera saman við Arna hesa hugnaligu løtu.

Síðani ferðirnar niðan í føroysku fjøllini av álvara gjørdust populerar í 2010, eru fleiri hundrað fólk byrjað at ganga, og er talan í dag um eina nýggja fólka ítrótt. Av tí sama er tann frammanundan stóri áhugin fyri bragdinum hjá Arna ógvuliga stórur í Føroyum í dag.

Vit ynskja Arna hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum.