Tað er neyvan sannlíkt at andstøðuflokkarnir fáa innlit í hvat semjan millum samgonguflokkarnar inniheldur skilst á lagnum. Sum skilst hava samgongulimir ikki stórar vónir um at andstøðuflokkarnir nú tað nærkast løgtingsvalið hava hug til at slaka fyri at semjast við samgonguna.
Tað er neyvan sannlíkt at andstøðuflokkarnir fáa innlit í hvat semjan millum samgonguflokkarnar inniheldur skilst á lagnum. Sum skilst hava samgongulimir ikki stórar vónir um at andstøðuflokkarnir nú tað nærkast løgtingsvalið hava hug til at slaka fyri at semjast við samgonguna.
Sum skilst heldur samgongan kortini sera tætt at kroppinum, nú fundast verður við andstøðuna um møguleikar fyri eini semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin.
Samráðingarnar við andstøðuna eru fyrst og fremst ein roynd at vita um møguleikar eru at finna eina breiða semju, men andstøðan fær ikki innlit í semjuna millum samgonguflokkarnar í fyrstu atløgu.
Fólkaflokkurin undir trýsti
Sum skilst er semja um at nýggj fiskasløg og inndrigin fiskiloyvir skulu um eina uppboðssølu og hetta gevur eina ábending um at Fólkaflokkurin hevur slaka nógv, og flokkurin er undir nógvum trýsti, tí hann varðar av málsøkinum og verður eingin semja verður lætt hjá hinum flokkunum í valdystum at vísa á at flokkurin forðar fyri eini semju.
Hinvegin kann tað gerast trupult hjá samgonguni einsamøll at leggja uppskot fyri tingið um nýggjan fiskivinnupolitikk, tí í einum valárið er skjótt til at einstakir tinglimir skifta meining í løgtinginum og atkvøða fyri broytingaruppskotum frá andstøðuni – og so er eingin samgonga.
Nú er landsstýrismaðurin farin undir samráðingar við andstøðuna og í fyrstu atløgu er sum skilst bert talan um at hoyra sjónarmiðini og uttan at kunna um úrslitið sum samgongan er komin til.
Hetta er eisini ábending um at samgongulimir neyvan vantað nógv frá andstøðuni, sum í veljarakanningum stendur til at vinna komandi løgtingsval.
Størsta ósemjan millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin er uppboðsølan og spurningurin er hvat hendir millum teir báðar flokkarnar um andstøðuflokkarnir ikki verða partur av einari møguligari semju. Tað eru sterkar kreftir í Sambandsflokkinum, sum eitt nú hava umboða útlendsk áhugamál, sum hava tala hart fyri eini uppboðssølu og sterkar kreftir í Fólkaflokkinum sum hava verið hart ímóti eini uppboðssølu og verður ikki breið semja er ilt at meta um hvussu hesi fara at atkvøða tá semjan verður løgd fyri tingið og fáir mánaðar eru til løgtingsval.
Spurningurin er um fiskivinnu nýskipanin er avgerandi fyri sitandi samgongu sum hevur fleiri mál at vísa á sum eru loyst í hesum samgongu skeiðnum, og spurningurin er um nakar flokkur far politiskan vinning burtur úr einari semju tí allir sum vilja semju mugu slaka og tað er ikki nakað sum glíður væl niður um beint undan einum løgtingsvalið.
Fólkaflokkurin, sum situr við málsøkinum verður neyvan fagnaður av veljarum sínum nú landið tekur tilfeingisgjald av vinninginum hjá fiski- og veiðumanninum og vit harafturat fáa eina avmarkaða uppboðssølu sum eisini skal fíggjast av fiski- og veiðumanninum.
Tað skal sostatt nógv til fyri at fáa eina semju um fiskivinnupolitikkin inn um stokkin.
Men tað er átrokandi neyðugt fyri vinnuna at politiska skipanin finnur eina semju sum kemur at standa komandi árini, og tí fara vit at heita á at neyðugt politiskt skynsemi verður víst í øllum flokkum og at úrslitið verður ein skipan sum føroysk vinnulívsfólk kunnu virka í og ikki eitt politiskt eksperiment sum eingin kennir avleiðingarnar av og sum sannlíkt verður ein katastrofa fyri Føroyar.




