Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Akademikarar fáa ikki arbeiði

Danial Viðoy

Morgunfakta: Arbeiðsloysið hjá nýútbúnum akademikarum er vaksandi. Tað hevur verið støðugt vaksandi síðani í 2008.

Morgunfakta: Arbeiðsloysið hjá nýútbúnum akademikarum er vaksandi. Tað hevur verið støðugt vaksandi síðani í 2008.

Tað upplýsir finans.dk.

Danmark: Í løtuni eru 31 prosent av teimum nýútbúnu akademikarunum arbeiðsleysir. – Í hesum roknistykkinum verður ein, sum hevur lokið útbúgving fyri einum ári síðani, tikin við sum nýútbúgvin.

Men júst nú er ikki samsvar í millum talið av nýútbúnum og talið av arbeiðsplássum, sigur Lars Munck, arbeiðsmarknaðarpolitiskur stjóri á Djøf:

– Eftirspurningurin eftir slíkari arbeiðsmegi er ikki so stórur í løtuni. Men hóast tað koma ein rúgva av nýggjum kandidatum frá teimum lærdu háskúlunum ígjøgnum fyri tíðina, fortelur hann.