Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatalið veksur í Klaksvíkar Kommunu

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Klaksvíkar kommuna hevur bæði nettotilflyting og burðaravlop

Síðan 2010 er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu støðugt vaksið.

Í sambandi við afturgongd í fólkatalinum var eitt arbeiði við vakstrarætlan gjørt. Hetta arbeiðið skuldi millum annað slóða fyri øktum virksemi og fólkavøkstri í Klaksvíkar kommunu.

Síðan vakstrarætlanin var gjørd, er fólkatalið vaksið ár um ár.

Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at fólkatalið í Klaksvíkar kommunu farna ár vaks við 0,7 prosentum. Klaksvíkar kommuna hevur bæði nettotilflyting og fitt burðaravlop.

Klaksvíkar kommuna fer framhaldandi at skapa umstøður fyri fólkavøkstri, og útlit eru eisini fyri, at tey átøk, ið gjørd eru seinastu tvey árini, og tær ætlanir, sum nú eru settar í verk, fara at hava við sær fólkatilflyting og –vøkstur komandi árini.