| Tók sæti fyri Jóhann Lützen, ið barst frá at møta Til seinasta kommunustýrisval, ið var í november 2012, stillaði Karl Marius Poulsen upp á listanum hjá Tjóðveldi. Tjóðveldið fekk trý umboð í býráðið, Steinbjørn O. Jacobsen, Óluva Klettskarð og Jóhann Lützen. Fjórðflestar atkvøður fekk Karl Marius Poulsen.
Av tí at tað barst Jóhann Lützen frá at møta til býráðsfundin í gjárkvøldið, varð heitt á Karl Marius at møta. Hann var við tað sama til dystin fús. Hetta er fyrstu ferð, at Karl Marius hevur luttikið á býráðsfundi. Karl Marius er 46 ára gamal og giftur Sigrun Vágstún. Hann arbeiðir hjá IRF, og í frítíðini hevur fótbóltur og kanska serliga heimafelagið KÍ hansara stóra áhuga. Eftir fundin helt Karl Marius fyri, at tað var ikki so galið at sita í býráðnum, men kanska hevði verið stuttligt at sloppið at roynt ein eitt sindur longri fund. Fundurin í gjárkvøldið var søguliga stuttur fundur; einans tvey mál vóru á skrá – Val av varalimum í NBH og Dagføring av varðveitingarlistanum – fundurin vardi slakan hálvan tíma. |




