Sambært búskaparfrøðingnum , Kára Petersen, hevði landsstýrið ein gyltan møguleika at selja alt makrel tilfeingið á uppboðsølu og tað átti at verið gjørt beinanvegin tá makrelfiskiskapurin tók seg upp. Kári Petersen, sum í KVF úttalar seg sum búskaparfrøðing er m.a. nevndarlimur í P/F Lív Holding og P/F Royndin
Sambært búskaparfrøðingnum, Kára Petersen, hevði landsstýrið ein gyltan møguleika at selja alt makrel tilfeingið á uppboðsølu og tað átti at verið gjørt beinanvegin tá makrelfiskiskapurin tók seg upp. Kári Petersen, sum í KVF úttalar seg sum búskaparfrøðing er m.a. nevndarlimur í P/F Lív Holding og P/F Royndin
Felagið Royndin eigur í m.a. Faroe Cold Stores P/f sum Atlantic Seafood international ltd. var við til at stovnseta og sum núverandi landstýrismaður í vinnumálum var stjóri í og átti saman við øðrum.
Atlantic Seafood international ltd. er felagið hjá Gerald Michael Smart, sum var stjóri í Fjord Fishing & Finance Company Sp/f sum keyptu stóran part av kvotuni sum undir makrel samgonguni var seld á uppboðssølu.
– Um tað er útlendingar ella reint føroysk feløg sum sleppa framat makrelinum er undirornað, var Johan Dahl siteraður fyri at siga.
Sambært búskaparfrøðingnum , Kára Petersen, hevði landsstýrið ein gyltan møguleika at selja alt makrel tilfeingið á uppboðsølu og tað átti at verið gjørt beinanvegin tá makrelfiskiskapurin tók seg upp. Hetta var tað einasta rætta, segði Kári Petersen, sum í KVF úttalaði seg sum búskaparfrøðingur. Sambært honum var uppboðsølan ein sólskin søga hóast stórsti keyparin brúkti undirløntar kinverjar sum arbeiðsmegi.
LES MEIRA UM KINVERSKU ARBEIÐS MENNIRNAR UMBORÐ Á LAFAYETTE HER




