Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru øll í sama báti

John William Joensen

Tað er mítt persónliga størsta ynski, at vit ikki byrjað at flokka okkum upp í tit og vit, vit eru øll í sama báti, tí hevur tað stóran týdning við breiðari semju, um eina nýggja skipan. Lat okkum hyggja frameftir og gloyma teir feilir sum vit oftani halda hini og vit sjálvi gerða, og smíða eina góða nýggja framtíðarskipan innan okkara høvuðsvinnu, skrivar Føroya Løgmaður umvegis Facebook í morgun

Vit sita og arbeiða við einari nýggjari fiskivinnuskipan í løtuni, verandi lóggáva er frá 1996 og grundin til at hon ikki er broytt fyrr er, at skiftandi meirilutar síðani 1996 hava ynskt hesa skipan og ikki hava fingið meiriluta fyri nýggjari skipan.

Hetta er eitt sera trupult arbeiði, tí ósemjurnar øll árini millum flokkar og í flokkum hevur verði stórt, tað verði seg bæði av politiskum prinsippum og ymiskum áhugamálum.
Vit gerða nú eina veruliga roynd at fáa broytt tað gomlu skipanina, hvar eg haldi tað hava stóran týdning at vit fáa eina breiða semju um hetta so týdningarmikla mál.
Tað er neyðugt at tann nýggja skipanin gevur optimalt til landsbúskapin, samtíðis sum vit ikki drepa íverksetara og íløguhugin og at vit loyva vinnuni at forvinna pening.
Tað er rætt at vit hava í hørðum bardaga fingið stór rættindi til okkara land og fólk og at tað ónatúrliga yvirskotið hjá vinnuni er brúkt til at skapa ónatúrligar íløgur á landi, fyri at skapa arbeiðspláss runt um í landinum.
Tað er mítt persónliga størsta ynski, at vit ikki byrjað at flokka okkum upp í tit og vit, vit eru øll í sama báti, tí hevur tað stóran týdning við breiðari semju, um eina nýggja skipan.
Lat okkum hyggja frameftir og gloyma teir feilir sum vit oftani halda hini og vit sjálvi gerða, og smíða eina góða nýggja framtíðarskipan innan okkara høvuðsvinnu.